So vóru boð eftir Marini. Hon fekk eitt langt og gott lív her á foldum – 95 ára gomul, ein aldur, ið bert tey fægstu náa.
Danski heimspekingurin Søren Kirkegaard segði hesi skilaorð fyri nú mongum árum síðani:
Tann dagin tú komst í verðina, grætst tú, meðan tíni næstu vórðu glað. Liva nú soleiðis, at tann dagin tú fert hiðani, tá gráta tíni næstu, meðan tú sjálvur ert glaður.
Hesi orðini kom eg í tankar um, nú Marin andaðist.
Marin er ættað úr Kvívík, dóttir Mariannu og Jóhan hjá Jardusi, ið bæði bóru orð fyri at vera skilafólk, røsk og dugnalig.
Hesi somu evni eyðkendu Marina, skilagóð, røsk, dugnalig og ein vilja av stáli.
Sum heilt ung fór hon til Danmarkar at útbúgva seg sum sjúkrasystir, sum tað tá kallaðist. Eftir lokna útbúgving arbeiddi hon niðri eina tíð og ætlaði sær so aftur til Føroya, men so brast annar hemsbardagi á, og møguleikarnir at sleppa aftur til Føroya, vóru ikki longur. Hon helt tí fram sum sjúkrasystir til heimsbardagin endaði í 1945, tá kom hon heimaftur.
Ta fyrstu tíðina arbeiddi hon á Sanatoriiunum í Hoyvík, har tey tóku sær av tuberklasjúklingum.
Í 1946 fór hon at arbeiða hjá Magnussen lækna, ið varð farin undir ta risauppgávu, at basa tuberklarnar, ið gjørdu rættiliga vart við seg Í Føroyum. Marin skuldi m.a. pirka børn og vaksin, haðani hon fekk navnið Pirkan.
Magnussen lækni mundi vera heppin í sínum vali av hjálparfólki – eina sjúkrasystir, ið megnaði so nógv, og sum ongantíð gav upp.
Samferðslukervið var ikki tað sama tá, sum í dag. Mangan varð neyðugt at fara upp um fjøll á vetri sum á sumri og mangan við opnum báti á óslættum sjógvi. Tey løgdu nógv fyri, men teirra stríð saman við øðrum góðum fólkum, var ikki til fánýtis, tuberklarnir vórðu bastir.
Nakað áðrenn Magnussen lækni andaðist, tosaði eg við hann um “tuberklatíðina”. Hann var ein lítllætin maður, gjørdi ikki nógv burturúr sær. Um Marini segði hann nakað soleiðis: Hon var eitt konubrot, legði nógv fyri, gavst ikki fyrrenn málið varð nátt.
Í FF – blaðnum hevur Óli Jacobsen skrivað nógvar áhugaverdar søguligar greinar. Ein av hesum er um tuberklatiðina í Føroyum, har hann hevur havt prát við Marina og Katrina Dahl – báðar kvívíksingar, ið báðar dugdu væl at siga frá. Henda grein/greinar er ein fongur til ta føroysku søguna – og tað varð gjørt í tøkum tíma.
Í 1948 giftust Marin og Andreas á Skipanesi. Tey búsettust á Skipanesi, fingu sær handil, ið tey vórðu upptikin av.
Kann til stuttleika nevna, at tá ið brúdleypið varð hildið, fekk búðarparið m.a. eitt fjarrit sendandi frá “sjúklingum og sjúkrasystrum í Hoydølum”, har Marin hevði starvast.
Ein av sjúklingunum var fræga skaldið Mikkjal á Ryggi, ið hevði orðað fjarritið. Marin goymdi hetta fjarrit sum reyðargulli, Loyvi mær at lesa tað upp fyri tykkum, tí eisini tað lýsir Marina sum sjúkrasystur.
Sjúklingafólkið her saman er samlað
tí vit hava frætt tey tíðindi góð,
í Kvívík í dag eitt brúdleyp stóð,
vár góði vinur Andreas prúður,
hevur fingið sær bestu brúður,
vit minnast enn væl ta farnu tíð,
tá Marin við mikið stríð,
men altíð líka fró og blíð,
mundi her millum stovurnar flakka,
so hjartaliga vit henni takka,
vit ynskja báðum á lívsins vegi
Harrans signing lukku og gleði
og síðan innan tíð so langa,
at vøggan skal á gólvinum ganga.
Marin og Andreas stuðlaðu hvør øðrum væl, og bæði fingu tey eitt langt og lukkuligt lív, hann útivið 93 ár og hon 95 ár. Vøggan kom at ganga – tvey børn fingu tey, 5 abba -og ommubørn og 7 langommu og langabba børn.
Í mong ár arbeiddi Marin sum læknaskrivari hjá Poul Olsen lækna í Runavík.Teirra samstarv var fyrimyndarligt, er mær sagt.
Í nøkur ár arbeiddi hon á Vistarheiminum í Runavík.
Sjálvur havi eg verið glaður fyri at hava kent Marin og Andreas og fyri at hava átt tey sum verforeldur, teimum havi eg so nógv at verða takksamur fyri.
Tey eru nú bæði farin, men hitan frá hondum teirra, ið nú hava slept, fara eg og míni at merkja.
Seinastu árini hevur Marin verið á Ellis og røktarheiminum í Runavík – tað var hennara seinasta heim her á foldum – eitt gott heim.
Her treivst hon væl, og hon helt sera nógv av starvsfólkunum á heiminum.
Hóast sín høga aldur, so gavst hon ikki við at vera virkin og hava umsorgan fyri øðrum. Tað var so mangan vit vitjaðu hana, at hon segði, eg fari bert ein túr til Jørleif, ið er beiggi mín, at siga honum góða nátt.
Var tað okkurt av búfólkunum, ið ikki hevði tað so gott, so tosaði hon um tey og vónaði tey komu fyri seg aftur.
Soleiðis var Marin, hevði altíð umsorgan fyri øðrum og skuldi altíð rætta øðrum sína hjálpandi hond.
Hóast eyguni vóru farin at bila í seinastuni, so sat hon framvegis við stokkum – hon bant ikki frið – hon skuldi skapa, tí hegni var hon sum fáur, og tað hon lat úr hondum var bæði snøgt og snotuligt.
Fyri heilt stuttum fekk ein langommudóttir ein bundnan niðurdeil og turriklæði , ið Marin hevði gjørt. Langommudóttirin var sera glað, tí pløggini vóru ikki bert vøkur, men tey vóru eisini nýggjasti móti.
Marin var altíð áhugaverd at tosa við, hon hevði jú livað eitt so langt og hendingaríkt lív, ið hon dugdi so væl at lýsa. Hon var tjóðskaparsinnað, vandaði sær væl um málið, ið hon metti sum ein dýgrip, ið føroyingar allir áttu í felag. Vánaligar máliskur kundi hon gera vart við,men altíð sakliga.
Tað verður mangan sagt, at ungfólk tráa ofta eftir at sleppa út aðrastaðni og uppliva nakað nýtt, meðan tey eldru tráa meira og meira eftir at koma heimaftur, haðani tey fóru. Eg skal ikki siga, at hon tráaði aftur til sína heimbygd, men vit løgdu til merkis, at heimbygdin Kvívík var so mangan havd á lofti tey seinnu árini. Vórðu onkur tíðindir úr Kvívík, so skuldi tað kannast. Tokkin til heimbygdina og sítt skyldfólk í Kvívík var stórur – tað var eyðsæð.
Vit, ið stóðu Marini nær, hava altíð mett arbeiði høgt, ið starvsfólk á hesum heimum fremja.
Eftir at vit nú í fleiri ár hava vitjað Marina og beiggja mín Jørleif, her á ellis – og røktarheiminum virðismeta vit tykkara arbeiði uppaftur hægri. Vit síggja hvørja orku tit leggja í arbeiðið og tann kærleika tit geva teimum, so búfólkini fáa tað so gott sum gjørligt. Marin var eitt av búfólkunum, ið altíð rósti starvsfólkunum á heiminum fyri megnararbeiði.
Hetta fara vit at takka tykkum hjartaliga fyri – eingin verður nevndur. men eingin verður gloymdur.
Eg byrjaði hesi orð við at endurgeva skilaorð hjá Søren Kirkegaard.
Orðini hóska væl til Marina, tí hon hevur í sínum langa lívi lagt doyin á at framt tað góða bæði í orðum og gerðum. Virðingin fyri Guðs orðinum var stór.
Nú tú fert, gráta tíni næstu, meðan tú sjálv ert glað, tí tú ert komin í tað heim, ið tú hevur longst eftir.
Við hesum fáu orðum verður friður lýstur yvir minni um vermammu, mammu, ommu og langommu okkara.
----------
Signar á Brúnni