Marit millum tey fremstu í Danmark

Marit Magnussen tók fyri stuttum lut í DM-kappingini í fimleiki, og ikki kann sigast annað, enn at úrslitini vóru góð

Fimleikur

Fyri góðari viku síðan skuldi Danmarksmeistaraheiti í fimleiki fyri kvinnur avgerast. Millum luttakararnar hesaferð var eiwsini fremsta føroyska fimleikakvinnum, Marit Magnussen.
Síðani luttøkuna á Oyggjaleikunum á Isle og Man fyri tveimum árum síðani, hevur Marit gingið á Skúla í Nakskov á Lollandi, og her hevur hon eisini havt umstøður at gera rættiliga nógv við fimleikin.
Stóra málið hevur alla tíðina verið komandi Oyggjaleikirnir á Guernsey, men talan hevur sjálvandi eisini verið um kappingar av ymsum slag í Danmark, og ikki kann sigast annað enn, at úrslitini her hava verið góð.
Fyri knøppum mánaði síðani tók hon lut í kappingini meistaraheitið á Sælandi. Ta ferðina varð úrtøkan eitt triðja pláss í lopi um hest og barru. Á gólvinum hevur vanliga ligið væl fyri hjá Marit, og her gjørdist tað talan um eitt annað pláss.
Næst seinasta vikuskifti var so DM-kappingin, og heldur ikki her smæddist Marit burtur. Leygardagin varð einstaklingakappingin hildin, meðan stakgreinakappingin var á skránni sunnudagin. Leygardagurin endaði við einum triðja plássi, og tí hevði Marit góðar vónir undan sunnudegnum.
Í lopi um hest gjørdist talan um eitt triðja pláss, og tá hetta varð endurtikið í barruni, er einki at siga til, at Marit sjálv var væl nøgd. Hetta er nevnliga ein grein, sum hon ikki hevur íðkað, fyrr enn hon flutti til Danmarkar.
Størstur mundi spenningurin tó vera um gólv-seriuna, har vónirnar vóru um eitt gullmerki, men hetta varð so av ongum. Í fyrstu lopseriuni datt Marit nevnliga, og so var tann møguleikin fokin.
Samanum tikið var tó talan um eitt framúr avrik av Marit, og einki er at ivast í, at hon fer at teljast millum stóru føroysku gullvónirnar, tá farið verður til Guernsey um tveir mánaðir.