Marita Petersen andaðist sunnudagin

Sunnukvøldið andaðist Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, einans 60 ára gomul. Marita Petersen var løgmaður torførastu tíðina, Føroya land hevur upplivað í nýggjari tíð


 

 

 

Sunnukvøldið umleið klokkan 19 gav 60 ára gamla Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður, upp andan.

 

Marita Petersen gjørdist í summar ólekiliga sjúk av krabba, og hevur seinastu tíðina havt stutta sjúkralegu á Landssjúkrahúsinum.

 

Marita Petersen hevur livað eitt ógvuliga virkið og innihaldsríkt lív. Millum annað var hon fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya, og var hetta í hørðu kreppuárunum tíðliga í nítiárunum.

 

Marita Petersen varð fødd í Vági 21. oktober 1940. Hon var dóttir Sámal Johansen úr Haldórsvík og Annu Elisabeth, fødd Matras, av Viðareiði. Maður Maritu var Kári Dalsgaard Petersen úr Sørvági.

 

 

 

Virkin lærari

 

Hóast Marita Petersen náddi at koma ovast á politiska tindin í Føroyum sum fyrsti kvinnuligi løgmaðurin, er tað innan lærarastarvið, hon hevur havt meginpartin av sínum lívsyrki. Og hon var ein ógvuliga virkin lærari.

 

Í 1964 tók Marita Petersen læraraprógv á Hellerup Seminarium og fór at arbeiða sum lærari í Danmark, fyrst í Esbjerg og síðani Keypmannahavn, frá 1964 til 1967.

 

Marita Petersen gjørdist í 1980 cand.ped. í sálarfrøði og tók faklig og námsfrøðilig eftirútbúgvingarskeið í sambandi við arbeiðið sum lærari og sálarfrøðingur. Eisini tók Marita Petersen frá 1981 til 1982 ársskeið á Fróðskaparsetrinum í føroyskari siðsøgu og mentan.

 

Í 1967 flutti Marita heim aftur til Føroya, har hon fór at starvast sum lærari í Kommunuskúlanum í Havn. Her varð hon í 22 ár, til hon fór frá í 1989.

 

Marita Petersen hevur eisini verið lærari í sálarfrøði og í námsfrøði á Fróðskaparsetri Føroya frá 1981 til 1989 og á serlæraraútbúgvingini frá 1984 til 1986. Í 1988 og 1989 var Marita Petersen lærari í námsfrøði og námsfrøðiligum serlestri á Føroya Læraraskúla, eins og hon sama tíðarskeið undirvísti í sálarfrøði á Sjúkrasystraskúla Føroya.

 

1. oktober 1989 varð Marita Petersen sett í starv sum undirvísingarleiðari á Landsskúlafyrisitingini. Seinni gjørdist hon undirvísingarleiðari fyri sernámsfrøðiligu ráðgevingina, og 1. januar 1998 varð hon sett sum stjóri fyri Sernámsdepilin.

 

Beint fyri jól í fjør segði Marita Petersen frá sær starvið sum stjóri fyri Sernámsdepilin frá 1. januar at rokna. Og tíðliga í vár stovnaði hon sálarfrøðiliga viðgerðarstovu saman við Ásu Ellefsen.

 

Marita Petersen hevur havt fleiri álitisstørv í sambandi við lærarayrkið. Millum annað var hon nevndarlimur í Føroya Lærarafelag frá 1980 til 1986, harav forkvinna frá 1980 til 1984.

 

 

 

Fyrsti kvinnuligi løgmaðurin

 

Hóast ógvuliga virkna lív Maritu innan lærarayrkið, er tað tó frá politiska leikpallinum, at flestu føroyingar kenna hana. Hóast hon bert var á hesum leikpalli í tíggju ár, eydnaðist henni at gerast fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya, fyrsti kvinnuligi løgtingsformaðurin, fyrsta forkvinna hjá Føroya Javnaðarflokki og fyrsta landsstýriskvinnan í undirvísingar- og mentamálum.

 

Marita Petersen varð vald fyrstu ferð á ting fyri Javnaðarflokkin við valið í 1988. Í 1993 valdi landsfundur Javnaðarfloksins hana til forkvinnu Javnaðarfloksins eftir Alta Dam, sum hevði átt sessin í eitt mannaminni. Marita Petersen sat sum forkvinna Javnaðarfloksins til 1996.

 

Fyrstu ferð, Marita Petersen kom í landsstýrið at sita, var í januar 1991, tá hon gjørdist landsstýriskvinna í mentanar- og undirvísingarmálum. Hetta starv røkti hon til januar í 1993, tá hon gjørdist fyrsti kvinnuligi løgmaður Føroya.

 

Og fár dagar eftir, at Marita Petersen gjørdist løgmaður, varð hon tveitt út í álvarsamastu trupulleikarnar, nakar samgonguleiðari hevur verið úti fyri í nýggjari tíð. Føroyska samfelagið fór á húsagang, og Marita Petersen mátti taka ábyrgdina og fara ta tungu leið til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um eina avtalu at bjarga samfelagnum. Hetta vóru ógvuliga harðar samráðingar, sum Marita Petersen leiddi við stórum nærlagni.

 

Marita Petersen fór frá sum løgmaður í september í 1994. Tá gjørdist hon løgtingsformaður, og sat í hesum sessi til juli í 1995. Marita Petersen gavst í politikki við valið í 1998.

 

Friður verið við minninum um Maritu Petersen, fyrsta kvinnuliga løgmann Føroya.