Ungi rapparin Marius DC hevur vunnið Sement 2022. Tað bleiv greitt seint í gjárkvøldið, tá allir finalistarnir høvdu verið á palli.
Hann hevur sostatt vunnið ein túr í upptøkuhølini við framleiðara og so víðari.
Tað serliga við luttøkuni og framførsluni hjá Marius DC í ár var, at hann rappaði á føroyskum. Hann hevur annars bara rappað á enskum, men hetta var so nakað nýtt - nakað, sum hann fekk nógv rós fyri av viðmerkjarunum í beinleiðis sendingini hjá Kringvarpinum.
Sement í ár hevur havt trý innleiðandi. Hesi vóru 9. 16. og 23. apríl, her finalistarnir blivu funnir.
Finalistarnir í ár vóru: Dania O. Tausen, Daniel, Impartial, Marius DC, RSP, og SWAY.
Nummar tvey gjørdist tungmálmsbólkurin Impartial, og Dania O. Tausen bleiv nummar trý. Tey vunnu eins og nummar 1 eisini studiotíð.
Umframt at blíva nummar trý vann Dania O. Tausen sonevnda PR-pakkan, sum ein danska fyritøkan Friendly PR lat einum luttakara, sum tey meta passa til teirra konsept, hetta inniber millum annað at fáa umrøðu í donskum miðlum. Dania O. Tausen fær sostatt marknaðarføring í Danmark fyri 20.000 krónur.