Norski miðvallarin spældi seks dystir við 07 Vestur í fjør summar, men fór síðan aftur til Noregs, har hann fekk sáttmála við Strømmen IF í næstbestu norsku deildini.
– Har var hann ein umráðandi leikari og fekk 14 dystir. Sum skilst varð hann ímillum bestu leikarar teirra og var eisini fleiri ferðir kosins dagsins leikari, sigur 07 Vestur í tíðindaskrivi.
Marius, sum helst verður seinasti nýggi leikarin hjá Schønberg í ár, kemur til Føroyaa sum skjótast.
– Ivasamt er, um hann nær dystin móti Skála leygarkvøldið, men eingin ivi er um, at hann er sera góður styrkur at fáa og fer at vera eyðsýndur á miðjuni, siga tey úr 07 Vestri.