AB skrivar á facebookvanga sínum:
- AB hevði ársaðalfund mikukvøldið 18. februar 2026, og nógv fólk vóru møtt á aðalfundin.
Formaðurin Marius Thomassen greiddi frá farna ári. Sera nógv virksemi hevur verið í felagnum, og limatalið er økt munandi seinastu tíðina. Hetta er sera positivt, og vónirnar fyri komandi kappingarár eru góðar.
Roknskaðurin hjá AB var eisini lagdur fram á aðalfundinum, og var roknskapurin einmælt góðtikin.
Nevndarval var sum vanligt á skránni.
Fyri vali stóðu Marius Thomassen, Esther Jespersen og Sóley við Garð.
Sóley segði frá, at hon stillaði ikki upp aftur, og harafturat hevur nevndarlimurin Dann Johansen ynskt at fara úr nevndini, vegna tað at hann er so nógv burturstaddur.
Í nevndina fyri Sóley og Dann vóru vald Pætur Klettskarð og Jan Danielsen. Marius og Esther blivu afturvald í nevndina.
Sum tiltakslimir blivu Bjarta Birgirsdóttir Lützen og Jørgen Asmussen afturvald.
Nevndin hjá AB hevur síðani skipað seg, og er nevndin nú henda:
(Aftast frá vinstru): Jan Danielsen, kassameistari, Esther Jespersen, skrivari og Pætur Klettskarð, nevndarlimur.
(Fremst frá vinstru): Bjarta Birgirsdóttir Lützen, tiltakslimur, Jytta Drangastein, næstforkvinna og Marius Thomassen, formaður.
Jørgen Asmussen, tiltakslimur, vantar á myndini.
AB takkar fráfarnu nevndarlimunum, Sóley við Garð og Dann Johansen, fyri gott samstarv. Skrivar AB.










