Marius Rein 65 ár

Í dag, 20. november 2006, fyllir Marius Rein 65 ár.

Marius er havnarmaður, yngstur av børnunum hjá Jens Paula Rein og Elisabeth (Bette), fødd Arge. Tey vóru bæði úr Havn. Systkini vóru Eivind, Áshild og Lillian. Bara Lillian er eftir á lívi, hon býr í Húsavík.
 
Marius tók realprógv frá Færøernes Mellem og realskole í 1958. Hann var í starvi sum teknikari í Útvarpi Føroya frá 1960 til 1987, í 1969 var hann í Danmarks Radio og nam sær útbúgving har sum programmteknikkari. 1. september 1987 var hann settur í starv á Løgtingsskrivstovuni, har hann m.a. var fastur skrivari hjá fíggjarnevndini til 1. februar 2003, tá hann tók yvir skrivara- og ráðgevarauppgávur, ið viðvíkja Norðurlandaráðnum og Útnorðurráðnum. Hann er tilnevndur 1. tingskrivari og tekur lut í tilrættislegging av vitjanum o.ø. á løgtingi.
 
Marius hevur tiltikið gott minni, og tey skip, sum hann ikki kennir, eru ikki verd at vita nakað um. Í útvarpinum vóru ikki nógvir teknikarar, og tað er ikki tal á teimum sendingum, sum Marius hevur staðið fyri. Enn í dag kunnu vit hoyra gamlar sendingar, har sagt verður, at ”Marius Rein stóð fyri upptøkuni.”
 
Marius er giftur við Kristiannu, sum er úr Klaksvík, dóttir Dánjal og Annu Nielsen. Tey hava bygt sær hús á Láarvegi, á trøðni hjá Jens Paula. Børnini eru Dánjal, sum er giftur og býr í London, Janus, sum býr í Havn og Anna, sum býr í Keypmannahavn. Ein abbasonur er, Tummas, og hann býr í Havn.