Marius savnaði fjøldina

Meðan aldurnar skolaðu hóttandi nær pallin, gav Marius Ziska ein av bestu framførslunum higartil á G!

Tað hevur verið nakað kalt í veðrinum í dag, og hevur tað havt sína ávirkan á talið av vitjanum. Fram til sjey tíðina í dag mundi tað verið færri fólk enn somu tíð í gjár, men tað broyttist so líðandi út móti kvøldinum.


Tá Marius Ziska so fór á pall á Sandinum kvart yvir níggju, streymaðu fólk oman á Sandinum til eina frálíka framførslu frá høvuðsmanninum og hansara bólki.


Við framførsluni varð festivalurin av álvara skotin í gongd, og festivalgestirnir kunnu gleða seg til fleiri spennandi framførslur seinni í kvøld.


Um eina løtu fer Hamferð, ið vanliga megnar at savna nógv fólk, á pallin á spæliplássinum, meðan lokala sangkvinnan Eivør skal framføra á stóra palli klokkan 23.


Um midnátt byrjar stóra kvøldið á Grundini, tá fyrst Gluteus Maximus diskar, áðrenn Kant og Brynjolftur taka yvir.