Skjóting
Við 113 dúgvum var Marius Joensen í serflokki, tá fyrsta FM-kappingin í 15 ár í skeet-skjóting varð hildin á breytini hjá Sunda Byrsufelag um vikuskiftið.
Kappingin varð skipað soleiðis, at fyrst vórðu skotin fýra umfør á 25 dúgvur hvørt, og teir fýra bestu skjúttarnir skutu síðani eitt finaluumfar.
Marius Joensen var ikki við á føroyska oyggjaleikalandsliðnum á Álandi, tí hann var burturstaddur, men við avrikinum um vikuskiftið prógvaði hann, at hann framvegis skal roknast sum besti skjúttin í landinum.
Av 125 møguligum dúgvum rakti Marius nevnliga tær 113, og hetta var so nógv meira enn nakar annar. Til sammetingar kann sigast, at vinnari á Álandi skeyt 115 dúgvur, og silvurmerkið fór fyri 110 dúgvur!
Hartil setti Marius eisini tvey met í kappingini. Hann gjørdist her fyrsti maðurin her á landi, sum hevur skotið allar 25 dúgvurnar í einum umfari, og av fyrstu 100 dúgvunum fekk hann ikki færri enn 93. Gamla metið átti Marius sjálvur, tá hann í vár skeyt 88 av fyrrstu 100 dúgvunum.
Komandi leygardag verður FM í trap á skránni, og verður hetta í Sandvíkum.
Fakta
Meistarabólkurin
1 Marius Joensen, Føroyameistari (113 dúgvur)
2 Eirikur Elisson (94 dúgvur)
3 Sámal Debes (91 dúgvur)
4 Johnhard Klettheyggj (88 dúgvur)
A-bólkurin
1 Robert Hansen (71 dúgvur)
2 Hávarður Fjallstein (67 dúgvur)
3 Simme A. Jacobsen (49 dúgvur)
4 Dorian Petersen (38 dúgvur)