Listaverkið sum lýsir søgnina um Marjunar Hav, varð avdúkað í Mikladali í dag. Tað er Óli Skarðenni, sum hevur gjørt hetta verkið. Á verkinum stendur at lesa:
“Eg veit, hvat ið mær bíðar: Helst at láta lív. Tí skal hesin steinurin liggja sum hav eftir meg.”
Tað segði arbeiðsgentan í Norðnástovu, Marjun, ið var vorðin við barn og tí “komin skeivt fyri”.
Saman við neytakonunum á veg niðan við ánni Áargil var hon komin fram á hendan steinin, tá ið hon brádliga steðgar, tekur hann upp og leggur hann upp á løg.
Søgan er 3-400 ára gomul, og eftir Marjuna hava nógv roynt megi sína við hesum havi.
Marjunar hav: 287,5 kg (575 pund).