Marjus mælir til lógarbrot

Fyrrverandi løgtingsmaðurin er klárur at fara í rættin.

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Marjus Dam mælir øllum vágafólkum til at nokta at rinda tunnilsgjald aftaná 1. januar, tá Vágatunnilin er liðugt útgoldin.


Sjálvur fer hann at siga haldið hjá sær í Vágatunlinum upp frá 1. januar av, og noktar síðani at gjalda fyri at koyra gjøgnum tunnilin.


Fyrrverandi løgtingslimurin fer eisini at sýta fyri at rinda nakra rokning ella rykkjara. Hann er nevniliga sannførdur um, at um málið verður roynt í rættinum, so verður hann fríkendur, tí politiska avtalan, um at tað skal vera ókeypis at koyra gjøgnum tunnilin aftaná hann er liðugt útgoldin, er so mikið greið, at har er einki at ivast í.


- Talan er um eina avtalu, og ein avtala skal haldast, serliga tá hon er gjørd av politisku myndugleikunum, sigur Marjus Dam við Miðlahúsið.