Markets Update: Framhaldandi góð gongd

Í nýggjasta Markets Update hjá Føroya Banka kanst tú lesa um gongdina á virðisbrævamarknaðinum. Les um gongdina hjá lánsbrøvum og partabrøvum higartil í ár og um útlitini fyri restina av árinum.

Eins og í seinnu helvt av 2023 hava avkøst á partabrøvum í fyrru helvt av 2024 verið góð. Móti endanum av undanfarna ári vóru tað serliga væntanir til linari tjóðbankapolitikk og stórar lækkingar í tjóðbankarentum, sum vórðu mett at liggja aftan fyri góðu gongdina, men góða gongdin á partabrævamarknaðinum higartil í ár stavar heldur frá búskaparvøkstri og inntøkuvøkstri hjá fyritøkum í flestu geirum og í fleiri londum.

 

Búskaparlig lyklatøl hava verið betri enn væntað, og alsamt fleiri meta nú, at royndin hjá myndugleikum at avmarka búskaparligari afturgongd sær út til at fara at eydnast.

 

Tilsamans hava alheimspartabrøv givið avkast á 11,56% fyrra hálvár.

 

Ein týðandi partur í góðu gongdini á partabrævamarknaðum eru áðurnevndu vónirnar til vitlíki.

 

Íleggjarar meta tað vera góð sannlíkindi fyri, at vitlíki kann verða við til at umskapa arbeiðsgongdir, soleiðis at produktivitetur kann økjast, samstundis sum útreiðslur kunnu skerjast munandi, og at inntøkumøguleikar harvið eisini betrast munandi. Hóast tað verður roknað við, at fyritøkur í øllum geirum onkursvegna kunnu fáa ágóðar av vitlíki, er tað serliga virðið á partabrøvum hjá fyritøkum í tøknigeiranum, sum eru vaksin nógv.

 

Vert er at leggja til merkis, at meðan virðið á partabrøvunum hjá ávísum fyritøkum í

 

tøknigeiranum er hækkað nógv, eru virði á partabrøvum í øðrum geirum ikki hækkaði eins nógv. Fleiri meta, at slík gongd, har stórur partur av vøkstrinum stavar frá lutfalsliga fáum fyritøkum, ikki er burðardygg í longdini.

 

 

 

Broytt rentuútlit

 

Lánsbrævamarknaðir hava í 2024 verið merktir av stórum broytingum í væntanum til rentupolitikk hjá tjóðbankum. Fyrr í ár varð roknað við, at bæði amerikanski og evropeiski tjóðbankin fóru at lækka sínar leiðandi rentur seks ella sjey ferðir í 2024, svarandi til 1,50 ella 1,75 prosentstig. Men búskapargongdin hevur verið góð, og harumframt hava inflatiónstøl í ávísum tíðarbilum verið hægri enn væntað. Tí verður í dag einans roknað við tveimum rentulækkingum aftrat í ár, svarandi til rentulækkingar á 0,50 prosentstig. Evropeiski tjóðbankin lækkaði rentuna í juni og væntað verður sostatt, at hann tilsamans fer at lækka rentuna tríggjar ferðir í ár. Hesar broytingar hava elvt

 

til sveiggj í lánsbrævarentum, eitt nú á statslánsbrøvum, har renturnar fyri tað mesta eru hækkaðar.

 

Donsk statslánsbrøv, sum hava 5 ár til lokadag, hava til dømis givið tap á 0,28%.

 

Samanborið við statslánsbrøv hava virkislánsbrøv givið betri avkast fyri íleggjarar hetta fyrsta hálvárið.

 

Sum vit onkuntíð áður hava nevnt, eru statslánsbrøv í stóran mun tengd at samfelags- og makrobúskaparligum viðurskiftum, ímeðan virkislánsbrøv í størri mun eisini verða ávirkað av fíggjarviðurskiftum hjá fyritøkum, so sum inntøkum, skuldarlutfalli o.ø., umframt gongdini í teimum geirum, sum fyritøkurnar virka í.

 

Sum nevnt omanfyri hava búskapargongd og útlit til inntøkur hjá fyritøkum í 1. hálvári verið góð, og tí hava virkislánsbrøv klárað seg lutfalsliga væl.

 

 

 

Framtíðarútlit

 

Tað eru altíð ein rúgva av viðurskiftum, ið kunnu ávirka gongdina á virðisbrævamarknaðum. Teirra millum fara inflatión og rentupolitikkur hjá tjóðbankum sannlíkt framvegis at hava avgerðandi leiklut komandi tíðina. Nýggjastu inflatiónstølini hava verið góð, og um tað vísir seg, at inflatiónin kann fáast á eina støðuga hóskandi legu, samstundis sum útlit vera til linari pengapolitikk, kann tað yvirskipað sæð

 

verða til fyrimuns fyri avkast á virðisbrævamarknaðum. Um inflatiónin hinvegin ikki kemur aftur á tað støðið, sum tjóðbankar sigast miðja eftir, er meira ivasamt, um vit koma at síggja stórvegis lækkingar í tjóðbankarentum fyribils.

 

Búskaparliga síggja vit framvegis lyklatøl, ið geva ábendingar um, at góða gongdin kann fara at halda fram. Møguleiki er tó eisini fyri, at gongdin verður ymisk í stóru búskapunum so sum USA og Evropa –fortreytirnar eru jú ymiskar. Hetta kann hava við sær, at samfelagslig og búskaparlig tiltøk hjá myndugleikum eisini verða ymisk og ávirka millum annað gjaldoyramarknaðir og altjóða handilsviðurskifti.

 

Geopolitiska støðan, ið framvegis er spent, kann eisini ávirka altjóða handilsviðurskifti. Frá sjónarmiði hjá íleggjara krevja geopolitiskir váðar tí framvegis stórt uppmerksemi. Av øðrum politisku viðurskiftum, sum eisini hava ávirkan á gongdina á virðisbrævamarknaðum, kann nevnast forsetavalið, sum verður í USA í november.

 

Hvat vísa myndirnar omanfyri?

 

##med2##

 

Avkast - 2024: Avkast á indeksi við alheimspartabrøvum og indeksi við donskum statslánsbrøvum, ið hava 5 ár til lokadag. Kelda: Bloomberg og Nordea.

 

“Magnificent 7”: Avkast á S&P 500, magnificent 7, og S&P 500 uttan magnificent 7. Fyritøkur í magnificent 7 er Alphabet, Amazon, Apple, Meta Platforms (Facebook), Microsoft, Nvidia og Tesla. Kelda: Bloomberg.

 

Rentur í Danmark: Effektiv renta á donskum 10-ára og 2-ára statslánsbrævi. Kelda: Nordea.

 

Brúkarainflatión: Vøkstur í vektaðum miðalprísi á samanseting av útvaldum nýtsluvørum. Keldur: Bureau of Labor Statistics og Eurostat.

 

Vinnuálit: Spurnarkanningar av ídnaðarvirkjum í USA og Evropa. Eitt tal oman fyri 50 bendir á framgongd í mun til mánaðin frammanundan. Keldur: Institute for Supply Chain Manakement og Markit IHS.

 

Væntaður vøkstur í BTÚ - 2024: Væntaður vøkstur í bruttotjóðarúrtøku (BTÚ) eftir inflatión fyri árið 2024. Kelda: Bloomberg.

 

 

 

Føroya Banki, Markets Update