Markið fyri fosturtøku í Evropa er frá 10. til 24. viku

Í Svøríki er gjørligt at fremja fosturtøku til 18. viku. Holland og Ísland hava longstu freistina, 22.-24. vikur

Tað er stórur munur á markinum fyri, nær ein kvinna kann taka abort, í ymsu londunum í Evropa. Í Danmark og í Noreg er markið 12 vikur. Í Føroyum er frí fosturtøka ikki loyvd. (Arkivfoto). - Foto: Signe Goldmann/Ritzau Scanpix

Danmark var eitt av fyrstu londunum í Vesturevropa at loyva fríum aborti. Tað var í 1973, at tað var frítt at taka abort til og við 12. viku.

 

Í dag – 50 ár seinni – er tíðin komin at broyta markið, so loft verður at taka abort eftir 12. viku, uttan at kvinnan skal hava serligt loyvi.

 

Tað halda føðilæknar og gynækologar. Eisini áhugafelagsskapurin Sex og Samfund vil, at markið skal hækka.

 

Lesið eisini: Føðilæknar sóknast eftir hægri marki fyri fosturtøku

 

Lesið her dømi um abortmarkið í ymsum londum í Evropa:

 

* Til viku 10: Kosovo, Kroatia, Portugal og Slovenia.

 

* Til viku 12: Albania, Bosnia-Hercegovina, Bulgaria, Estland, Grikkaland, Noreg, Sveis, Serbia, Slovakia, Slovenia, Kekkia, Ukraina og Eysturríki.

 

* Til viku 14: Belgia, Frakland, Luxembourg, Týskland, Rumenia og Spania.

 

* Til viku 18: Svøríki.

 

* Til viku 22: Ísland.

 

* Til viku 22-24: Holland.

 

Keldur: etik.dk (Kristeligt Dagblad) og Center for Reproductive Rights.

 

 

/ritzau/

 

Tað er stórur munur á markinum fyri, nær ein kvinna kann taka abort, í ymsu londunum í Evropa. Í Danmark og í Noreg er markið 12 vikur. Í Føroyum er frí fosturtøka ikki loyvd. (Arkivfoto). - Foto: Signe Goldmann/Ritzau Scanpix