Danmark var eitt av fyrstu londum í Vesturevropa at seta í gildi frían abort. Tað var í 1973, at loyvt varð at taka abort til endan av 12. viku.
Í dag – 50 ár seinni – er lógin ótíðarhóskandi í mun til tær kanningar av heilsuni hjá fostrinum, sum verður boðið øllum barnakonum, halda læknar við serkunnleika í føðing og viðgongu. Mødrehjælpen og felagsskapurin Sex og Samfund.
Svarið kemur ofta eftir abortmarki, og harvið skal kvinnan, sum er við barn, søkja eitt abortsamráð, um hon ynskir abort.
Tað er ov ráðaríkt og samsvarar ikki við nútíðar áskoðan á konufólk á konufólk, og tí eigur markið at verða hækkað, siga tey atfinningarsomu, sum bíða eftir boðunum frá Etiska Ráðnum.
Tey verða almannakunngjørd týsdagin og kann vera avgerandi fyri, um Fólkatingið fer at hækka markið fyri fríum aborti.
Í Dansk Selskab for Obstetrik og Gynækologi (DSOG), sum umboðar føðilæknar og gunækologar, er Lise Lotte Torvin Andersen, forkvinna, ikki í iva:
– Markið eigur at verða hækkað – serliga vegna fosturdiagnostisku kanningarnar, sigur hon.
– Í hvørji viku markið skal vera, har vit ikki tikið støðu til. Tað er ein trupul spurningur, og tað eru ymsar hugsanir um tað millum limirnar. Men til og við 14. ella 15. viku og kanska til og við 18. viku.
Í Mødrehjælpen vísir stjórin, Ninna Thomsen, somuleiðis á fosturkanningarnar, har tann fyrsta er skanning av nakkalegdinum hjá fostrinum, sum vísir, sum barnið kann verða føtt við Downs syndrom.
– Nakkaledgarskanningin verður gjørd í viku 12, viðhvørt ikki fyrr enn í 13. Tí skulu vit hava eitt abortmark, har kvinnan fær stundir at hugsa seg um og ikki alt fyri eitt taka støðu, sigur Ninna Thomsen.
##med2##
Harumframt vísa bæði Mødrehjælpen og føðilæknarnir á, at meira varisligir abortar tala fyri at hækka markið.
– Abortar verða framdir á annan hátt, enn gjørt við sjeytiárunum. Tá var tað gjørt við útskraving, meðan flestu abortar í dag eru medisinskir.
– Tì er tað heilsuliga ráðiligt at hækka markið, sigur Ninna Thomsen.
Kjakið um abortmarkið tók dik á segí janauar í sambandi við, at 50 árið fyri fríum aborti við áheitan frá Sex og Samfund um at leggja markið við í minsta lagi 18.
Tað fer at geva teimum kvinnum, sum í dag skulu søkja um loyvi í einum abortráð, størri sjálvsavgerðarrætt, sigur aðalskrivarin Maibrit Berlau.
Abortráðini tóku í 2022 støðu til 863 umsóknir um fosturtøku eftir 12. viku. 809 fingu loyvið, meðan 54 ikki fingu loyvi.
Sophie Løhde, heilsumálaráðfrú í Danmark, er fleiri ferðir spurd, um lógin skal broytast. Honhevur víst til, at hon bíðar eftir Etiska Ráðnum.
/ritzau/