Marknaavtalan avgerandi vegamót

Í gjár var marknaavtalan við Bretland undirskrivað í Tinganesi.

Ikki færri enn tveir útlendskir uttanríkisráðharrar vórðu hjástæddir. Úr Danmark var Niels Helveg Petersen komin, og úr Bretlandi, Tony Lloyd, varauttanríkisráðharri. Saman við hon eru eisini fleiri framstandandi fólk innan bretsku oljuumsiting, teirra millum stjórin í DTI, John Brooks.

Í sambandi við nýggju avtaluna, sum longu er samtykt í løgtinginum, og sum skal fyri fólkatingið og bretska parlamentið í næstum, hevur Sosialurin í dag valt at seta ljóskastaran á samvinnuna millum Føroyar og Bretland fyrr og í framtíðini.

Eingin ivi er um, at marknaavtalan fer at hava ítøkiligar avleiðingar fyri alt samstarvið millum Føroyar og Bretland langt inn í næstu øld. Henda avtalan má sigast at vera eitt týðandi vegamót í viðurskiftunum millum hesi bæði londini.