Marknaðarføringin byrjað báðar vegir

Umboð fyri skotsku pressuna og ferðavinnuna hava verið í Føroyum síðan týsdagin, og fara heim aftur við flogfarinum hjá Atlantic Airways í dag. Føroyar skulu seljast í Skotlandi og føroyingar fáa nú bæði møguleika at vitja Skotland og via Glasgow á fjarskotnar strendur

Tað hóskaði so væl saman, tí føroyingar, 84 í tali, fóru við flogfarinum hjá Atlantic Airways á fiskivinnustevnu í Skotlandi sum byrjaði týsdagin, og við flogfarinum heim aftur sama dag komu tíðindafólk frá BBC Skotland, The Sun, The Guardian og Skotsman, og eisini umboð fyri skotsku ferðavinnuna, t.d. Judith Sleigh, túroperatørur og Fiona Murray, umboð fyri stóra felagið McKenzie River í Skotlandi.

Tað er Heri Niclasen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways sum skipað hevur fyri ferðini hendavegin, og sum skilst, hava umboðini fyri skotsku pressuna og ferðavinnuna fingið rættiliga fitt burturúr. Tey hava vitjað runt um í landinum og um kvøldið hevur so eisini føroyska ferðavinnan verið umboð, tá ið skipað hevur verið fyri ymsikum tiltøkum.


Hitta føroyngar

- Eitt av endamálinum við hesi ferðini var jú, at hesi fólk úr Skotlandi skuldu fáa høvi at hitta fólk í føroysku ferðavinnuni, sum vit meta at hava sera stóran týdning, sigur Heri Niclasen, og vísir til føroyska kvøldi á Hotel Vágum í gjárkvøldið, har høvi var hjá skotum at royna grindabúff og annað gott føroyskt til matna.

- Men eisini hevur Fiona Murray, umboð fyri stóru fyritøkuna McKenzie River í Skotlandi, greitt frá teim mongu møguleikunum í Skotlandi, og hava nú føroysk feløg møguleika at smíða sínar ferðir til Skotlands, sigur Heri Niclasen.


Arcade Travel

Og ikki bert verður møguleiki hjá føroyingum at fara til Skotlands nú, tí samstarv er eisini fingið í lag við skotsku ferðamannastovuna Arcade Travel í Wick, sum skipar fyri ferðum víðari út í heim, t.d. til Kreta, Grand Ganaria, Tenerifa, Kypern, USA, ja you name it.

Hesar ferðir eru um flogvøllin í Glasgow, so tá flúgvingin hjá Atlantic Airways til Skotlands byrjar tann 22. juni verður skjótari hjá føroyingum at koma til sólgyltu strendurnar enn um farið varð um flogvøllin í Kastrup. Ferðin Vágar-Glasgow tekur góðan tíma, og tað verður helst eisini nakað bíligari at flúgva hendavegin og víðari, enn um farið var um Kastrup.