Marknatræta loyst

Myndugleikarnir í Russlandi og Kina eru vorðnir samdir um at loysa eitt 150 ára gamalt stríð um markið ímillum tey bæði londini.

Semjan, sum teir báðir forsetarnir, Vladimir Putin og Hu Jintao, skrivaðu undir í Beijing í síðstu viku, ber í sær, at Russland fær ræðið á einum øki, sum bæði londini hava kannað sær. Kina hevði kravt, ar russar skuldu leggja eina oljurørleiðing til Kina afturfyri, men tað vildu russar ikki. Ístaðin fyri játtaði Putin kinesarum 10 milliónir tons av olju næsta ár og 15 milliónir tonsí 2006.

Á fundinum í Beijing lovaði Hu Jintao, at Kina fer at stuðla royndunum hjá Russlandi at fáa limaskap í heimshandilsfelagsskapinum WTO. Eygleiðarar halda, at tað vóru ørindini hjá Putin, og at tilsøgnin frá kinesisku leiðsluni má sigast at vera ein stórsigur fyri russiska fortan.