Marner bjargaði manni frá at drukna

Í gjár handaði Reyði Krossur heiðurslønir til ársins fyrstuhjálparar í 2017. Fimm persónar sendu uppskot inn, um hvørji tey hildu høvduð heiðurin uppiborið, fyri at hava útint góða og lívbjargandi fyrstuhjálp.

 

Endamálið hjá Reyða Krossi at tilnevna ársins fyrstahjálpara er tvíbýtt. Tað eina er at heiðra tey, ið hava útinnt holla og lívbjargandi likamliga og sálarliga fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er sekstanda ferðin, at ársins fyrstihjálpari verður kosin.

 

Reyði Krossur Føroya tilnevndi Marner Ludvík sum nummar trý til heitið Ársins Fyrstuhjálpari fyri at hava bjargað lívinum á einum ungum manni í 20’unum, sum gekk seg á sjógv eina náttina í oktobur.

 

Tann 27. oktobur sat Marner Ludvík á náttarvakt umborð á vaktarskipinum Brimili. Tá hoyrdi hann róp á sjónum og fór beinanvegin at kanna málið og sá at ein maður hevði gingið seg á sjógv og var um at drukna.

 

Brimil lá við ískaiina á Vestaru vág í Havn. Maðurin fleyt í sjónum nærindis egningarskúrunum.

 

Marner Ludvík boðaði beinanvegin vakthavandi stýrimanni frá og fór uppá bryggjuna við einum bjargingarkransi og fekk kastað manninum hann, meðan vakthavandi stýrimaður ringdi 112 og boðaði frá støðuni.

 

Teir á Brimli fingu eftir stuttari tíð bjarga manninum umborð á Brimil og góðu honum hjálp, fingu hann úr vátu klæðunum og fingu hita í mannin. Løgreglan upplýsti fyri fjølmiðlunum, at kropshitin hjá manninum var komin heilt niður á 33 stig.

 

- So hann var heppin, at manningin umborð á Brimli hoyrdi hann, tí tað var í evstu løtu, at hann bleiv bjargaður, segði vakthavandi við in.fo.

 

Á hátíðarhaldinum í gjár fekk Marner Ludvík eitt heiðursbræv og ein gávuposa.