Landnyrðingurin liggur so tráður yvir Havnina við regni, vindi og kulda mánamorgun og Martin Eliassen, 59 ára gamal, ættaður úr Klaksvík, er framvegis heimleysur í vælferðarsamfelagnum Føroyar ár 2000. Ein góður máni er farin síðan hann trein fram í Sosialinum og greiddi frá síni vána støðu, at hann ikki passaði inn í ta føroyska samfelagið. Hann er ikki nógv broyttur síðan tá, uttan at ein nýggj greflig skruða prýðir høgu pannuna.
-Eg var so óheppin eina náttina, eg svav úti, at eg datt av bonkinum, og pannan tók, sigur Artin og tekur um ennið.
-Hetta er av hundanum til, eg trúði ikki, at man kundi koma so illa fyri í Føroyum. Eg kenni meg sum ein útstoyttan, sum ongin vil hava nakað við at gera, sigur Martin Eliassen og er í døpurhuga.
-Eg leiti eftir einum kamari, allar helst í Klaksvík, men gongur hetta ikki, so í Havn ella onkra aðrastaðni. Eg havi pengar, eg kann rinda upp til 2000 krónur um mánaðin fyri eitt kamar.. Eg drekki næstan ikki fyri tíðina og ætli mær at vera friðaligur, gera lítið um meg. er tað ongin, sum vil hýsa mær, sigur Martin Eliassen, bønandi.
Gjørdist landskendur
Martin gjørdist landskendur,tá hann trein fram í Sosialinum herfyri. Men tað at gerast ein almennur persónur er bæði gott og ringt. Martin er í øllum førum enn heimleysur og hann hevur enn bara møtt levitum og prestum, ongum sameritanara.
-Fleiri hava sýnt mær samkenslu, men tað kemur ikki longur enn til føgur orð. Varandi hjálp havi eg ikki fingið. Onnur eru ógvuliga bevíst um mína støðu og vita akkurát hvussu eg skal gera. Tey fortelja mær inniliga, at eg sjálvur havi alla skuldina og biðja meg fara til arbeiðis aftur sum øll onnur í samfelagnum. Kanska hava tey rætt, men eg eri tíverri ikki førur fyri at arbeiða í løtuni, eg eri avlamin, sigur Martin Eliassen.
-Uppaftur onnur biðja meg gera sjálvmorð, men tað havi eg nú ikki ætlanir um í løtuni, sigur Martin Eliassen
- Í Sosialinum kom eisini fram, at eg plagdi at sova á Skansanum. Men tað ber ikki til longur. Nú kemur politiið á hvørji nátt við hundum og rekur meg og onnur heimleys burtur av Skansanum. Gera vit mótstøðu, so enda vit á støðini og fáa bót dagin eftir. Vit eru heldur ikki so fá heimleys í Havnini. Eg kenni eini 50 fólk, sum javnan búgva úti
Vónbrotin av
heimbygdini
-Tað sum eg eri mest harmur um er viðferðin eg havi fingið av Klaksvíkar kommunu. Eg veit, at eg ikki eri nakað nemt menniskja, men at eg skal vera so ringur, at eg als ikki eru verdigur at búgva í Klaksvík, tað er ringt at svølgja. Eg haldi eisini tað tað er ein falitterklering av einum vælfarðarstaði sum Klaksvík, at teir ikki klára at finna eina loysn fyri øllum borgarum í kommununi. Vit eru fimm klaksvíkingar sum rekast í Havnini, tí sosialu myndugleikarnir í Klaksvík ikki megna sína uppgávu. vit eru allir tvungni rat vera í Havn, hóast vit ikki vilja tað, sigur Martin Eliassen.