Martin fekk ein hálvleik

Superligan: Martin Agnarsson fekk ein hálvleik í venjingardysti fyri Viborg FF

Martin Agnarsson, sum í fjør fekk sínar fyrstu manslandsliðsminuttir, sær út til at hava vunnið sær eitt ávíst álit í Viborg FF. Hann spældi allan seinna hálvleiki í venjingardystinum móti Vendsyssel FF, sum spælir í næst bestu deildini.

 

Viborg FF spældi fríggjadagin ársins fyrsta venjingardyst í nakað av vindi og regni á vøllinum í Rughavevej. Undan dystinum var greitt, at teir grønu úr Viborg fóru at skifta alt liðið í hálvleikinum.

 

Í fyrra hálvleiki kom Vibrog á odda 1-0. Í hálvleikinum kom føroyski Martin Agnarsson á vøllin sum ein av 11 innskiftarum. At síggja til spældi hann á vinstra bakki. Í B36 spældi Martin Agnarsson bæði á miðjuni og á vonginum, men í Viborg verður hann roknaður sum ein vinstri bakkur.

 

Hóast sín unga aldur, so hevur Martin Agnarsson fingið eitt eitt ávíst álit í Viborg. Hann er skiftur inn í bæði Superliguni og í steypakappingini. Nú er hann ein av 22 spælarum, sum fekk ein hálvleik í ársins fyrsta venjingardysti.

 

Viborg FF – Vendsyssel FF 2-0

 

1-0 Jan Zamburek (28.)

 

2-0 Clint Leemans (63.)

 

Liðið fyrra hálvleik:

 

Lucas Lund – Jonas Thorsen, Nicolas Bürgy, Mads Lauritsen, Daniel Anyembe – Jakob Vester, Mads Søndergaard, Jakob Bonde – Jan Zamburek, Alassana Jatta, Ibrahim Said

 

Liðið seinna hálvleik:

 

Mikkel Andersen – Anton Gaaei, Zan Zaletel, Lamin Jawara, Martin Agnarsson – Clint Leemans, Jeppe Grønning, Sofus Berger – Nils Mortimer, Marokhy Ndione, Elias Achouri