Martin Klein var tvífaldur málskjútti ímóti Víkingi

1. DEILD: Fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað ÍF at javna uppi á Brekku í Leirvík, har víkingarnir síðsta korterið vóru undirmannaðir

Í fjør vann ÍF 3-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi. Í Fuglafirði vann Víkingur annan dystin, og hin endaði 1-1.

 

Oftast hava víkingarnir nógvu tey seinastu árini verið omaná í grannauppgerðunum, um tað so hevur verið í Fuglafirði, ella um Víkingur hevur átt heimavøll.

 

Í dag endaði tað 2-2 uppi á Brekku í Leirvík. Hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Málskjútti fyri Víkingi var í 19. minutti Jákup Martin Jarnskor, og uppleggið átti Fríði Gertsson Jarnskor. Hetta var fyrsta málið hjá Jákupi Martin Jarnskor í ár.

 

Ein minutt undan steðginum javnaði ÍF. Málskjútti var Martin Klein Joensen, sum undan hesum kappingarárinum flutti úr barndómsfelagnum Víkingi og til ÍF.

 

 Tríggjar minuttir eftir steðgin legði Víkingur seg aftur á odda. Málskjútti var 16 ára gamli Markus Højgaard, sum fyri aðru ferð í ár var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Eitt korter undan leikloki varð heimaliðið undirmannað, tá ið Jákup Martin Jarnskor sá gula kortið fyri aðru ferð.

 

Og fimm minuttir undan leikloki eydnaðist tað ÍF at javna til 2-2. Tað var við brotssparki, og enn einaferð var tað Martin Klein Joensen, sum var málskjútti.

 

ÍF hevur sjey stig fyri fimm dystir. Næsta uppgávan hjá fuglfirðingum verður annan sunnudag á heimavølli ímóti NSÍ.

 

Víkingur hevur 11 stig fyri fimm dystir. Næsta uppgávan hjá víkingunum verður annan sunnudag í Trongisvági.