Andrias Edmundsson var ein tíma á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir í Hellas Verona vóru fyri enn einum teprum tapi í bestu italsku fótbóltsdeildini, Seriu A.
Á Stadio Olimpico di Torino leikvøllinum tapti Verona 1-2 fyri heimaliðnum.
Tá Giovanni Simeone legði heimaliðið á odda longu í sætta minutti gleið Andrias, so hann ikki fekk vart fyri støðuni. Kieron Bowie javnaði til 1-1 við einum góðum skoti sjey minuttir undan steðginum. Seinni hálvleikur var ikki nógv meir enn byrjaður, so hevði Cesare Casadei lagt heimaliðið á odda 2-1.
Talan var um triðja tapið á rað hjá Hellas Verona.
Hellas Verona er næstaftast í deildini við 18 stigum nú bert seks dystir eru eftir at spæla. Hella Verona hevur níggju stig upp til Cremonese, ið er á fjórðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingarár í Seriu A komandi kappingarár.
Sunnudagin 19. apríl klokkan 14 hevur Hellas Verona dyst á heimavølli móti AC Milan.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Torino-Hellas Verona 2-1 (1-1):
##med2##











