Martin legði upp til trý mál hjá Aarhus Fremad

Martin Agnarsson avrikaði væl í stórsigri hjá Aarhus Fremad

Martin Agnarsson stóð fyri einum assist-hattricki, tá Aarhus Fremad í heimadysti í niðara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann stórsigur 5-1 á Middelfart. 

 

Middelfart legði seg á odda við einum brotssparki í 12. minutti, men 27 minuttir seinni hevði Aarhus Fremad lagt seg á odda 3-1. Aarhus Fremad økti við tveimum málum í seinna hálvleiki. Martin legði upp til 2-1, 3-1 og 4-1 málið. Lucas Riisgaard, Magnus Kaastrup, Kasper Nygaard Andersen, Luka Callø og Elias Caspersen Egerton skutu málini hjá Aarhus Fremad.

 

Martin fær karakterin 8,5 frá Sofascore, og karakterin 8,2 (av 10 møguligum) frá Soccerstand. 

 

Aarhus Fremad er næstfremst í niðara endaspælinum við 33 stigum. 

 

Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Aarhus Fremad dyst á heimavølli móti Hobro.