Martin McGuinness, ein tann mest týðandi persónunum í IRA (Irish Republican Army) í nógv ár, doyði í dag 66 ára gamal.
Martin McGuinness var oddamaður í IRA og seinni leiðari í politiska flokkinum Sinn Fein. Hann var ein av samráðingarmonnunum, sum samráddust við Bretland um frið í 1998.
Hann var hildin at hava verið við til og seinni eisini leitt yvirgangsálop í stríðnum millum katolikkarnar og protestantarnar, vanliga nevnt the Troubles, sum vardi frá sekstiárunum til nýtiárini. Umleið 3700 fólk doyðu av bumbuálopum og dápi hetta tíðarskeiði.Hann noktaði tó at hava verið við, og var í sjeytiárunum bert funnin sekur í at hava bumbuevni á sær, og at hoyra til yvirgangsbólkin I.R.A.
Seinni varð Martin McGuinness tó friðarmillumgongumaður og politikkari. Hann samráddist við Bretlandi í torføru samráðingunum, sum leiddu til sokallaða Good Friday Agreement í 1998, har Bretland, Írland, og politisku flokkarnir í Norður Írlandi smíðaðu eina skipan, sum hevði til endamáls at deila valdið í Belfast, og loysnir til mál, so sum fullveldi, mannarættindi, heimild og umsjón.