Ígjár leiktu Martin Agnarsson og liðfelagarnir í Aarhus Fremad, ið spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini venjingardyst á útivølli móti superliga-liðnum, Vejle.
Aarhus Fremad vann ein flottan 3-0 sigur. Martin økti til 2-0, tá ein tími var leiktur av dystinum. Martin fekk seinasta fótin á eitt innlegg inn í brotsteigin hjá Vejle. Baptiste Rolland legði Aarhus Fremad á odda 1-0, og Marcus de Claville staðfesti sigurin.
Í Vejle Folkeblad eitur umberingin fyri greiða 0-3 tapið, at Vejle spældi við sterkastu manningini í fyrra hálvleiki, og við "B-ketuni" í seinna hálvleiki.
Komandi leygardag klokkan 13 skal Aarhus Fremad spæla venjingardyst á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá Hamburger Sportsverein. Eykaliðið hjá HSV spælir í fjórðbestu týsku fótbóltsdeildini.











