Martin skoraði sigursmálið hjá Aarhus Fremad

Liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager vann eisini í dag

Tað gjørdist ein góður dagur hjá føroyingaliðunum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í dag. 

 

Martin Agnarsson skoraði sigursmálið, tá hann og liðfelagarnir í Aarhus Fremad á heimavølli vunnu 3-1 á AB. 85 minuttir vóru farnir, tá Martin tryggjaði Aarhus sigurin.

 

Anders Holvad og Elias Egerton syrgdu fyri, at heimaliðið var á odda 2-0 í steðginum. Seinni hálvleikur var hálvrunnin, tá AB fekk spenning í dystin aftur, men so tók Martin og punkteraði vónirnar hjá AB móti dystarenda. 

 

Aarhus Fremad hevur við 44 stigum vunnið grundspælið. Nummar tvey er liðið hjá Andrassi Johansen, Fremad Amager við 42 stigum.

 

Andrass var ikki við í byrjannaruppstillingini, og hann slapp tíverri ikki á vøllin, tá Fremad Amager á heimavølli vann 3-0 (1-0) á Thisted. 

 

Enn er dystarskráin ikki komin út fyri ovara endaspælið. Liðini taka stigini við sær til ovara endaspælið, og har skulu tey spæla 10 dystir. Fimm heima og fimm úti. 

 

Hini fýra liðini í ovara endaspælinum eru Middelfart við 40 stigum, Skive við 32 stigum, Næstved við 32 stigum, og AB við 31 stigum. Sostatt stendur kappingin um tey bæði uppflytingarplássini millum Aarhus Fremad, Fremad Amager og Middelfart, um ikki eitt av hinum liðunum ger ein ordans vørr.