Martin úr X-Factor fekk lív í Vágsbotn

Hóast tað fór at regna, so er lagið gott í Vágsbotni, og nú hevur at kalla slitið í. Saveus var á skránni á pallinum í Vágsbotni, og hann fekk lív í fjøldina. 

 

Høvuðsmaðurin í Saveus er Martin Hoberg Hedegaard, sum bert var 15 ára gamal, tá hann í 2008 vann ta allar fyrstu donsku X Factor kappingina. Eftir tað gjørdist hann landskendur, og hann hevur síðani uppbygt eina yrkisleið innan tónleikin. tey seinastu sjey árini sum Saveus.

– Eg havi akkurát hoyrt, at Føroyar hava vunnið á Spania í hondbólti í kvøld, segði hann, eftir at hava spælt eini trý løg, og tað fekk sjálvandi áhoyrafjøldina at kóka.

Klokkan 23 verður tá Katrina frá Katrina and the Waves, sum verður á pallinum í Tórsgøtu, Effopallurin.

Á midnátt verða tað Eyðun og Terji, sum hóast hálvgamlir menn framvegis hava takið á eini hvørjari áhoyrarafjøld, um hon er ung ella gomul ella bæði tvey. Teir verða á Burgerkingpallinum í Vágsbotni.

Klokkan 1 verður Topgun á effopallinum í Tósgøtu, og teir síðstu vera Faustix, sum verða á Burgerkingpallinum í Vágsbotni klokkan 2.

 

Sí fleiri myndir her:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##