Mary heilsaði upp á landsmenn

Mary krúnprinsessa heilsaði í Klaksvík upp á fólk úr Australia, sum eru búsitandi í Føroyum. Kate Sanderson segði seg vóna, at børnini hjá Mary og hinum fólkunum úr Australia, sum búgva í Føroyum og Danmark, fóru at styrkja sambandið millum londini

Tá ið Mary og Fríðrikur komu í býráðshøllina í Klaksvík beint fyri middag mikudagin, fingu tey høvi at heilsa upp á fólk úr Australia, sum eru búsitandi í Føroyum.
Mary tók sær góðar stundir at tosa við fólkini, spyrja hvaðani tey eru, og hvussu leingi tey høvdu verið í Føroyum.
Kate Sandersen, sum er úr Australia, men hevur búð í nógv ár í Føroyum, helt eina stutta røðu fyri krúnprinsaparinum. Hon segði seg vóna, at børnini hjá Mary og hjá øllum hinum fólkunum úr Australia, sum búgva í Føroyum og Danmark, fóru at styrkja sambandið millum londini.
? Vit eru ikki so nógv úr Australia, sum búgva í Føroyum, men vit eru ein lítil koloni, og helst eru tað fleiri føroyingar, sum búgva í Australia, enn fólk úr Australia, sum búgva í Føroyum, segði Kate Sanderson millum annað í røðuni.