Mary krúnprinsessa í Danmark hevur í dag viðmerkt avgerðina hjá Margretu drotning um at taka prinsa- og prinsessuheitini frá børnunum hjá Joakim prinsi.
Tað gjørdi hon við eitt tiltak í Øsknehallen í Keypmannahavn.
Mary sigur, at tað er nakað, sum krúnprinsaparið eisini hevur hugsað sær at hugt uppá.
– Vit fara eisini at hyggja eftir heitunum hjá børnum okkara, tá tann tíðin kemur, sigur hon sambært DR.
– Tað er ein trupul avgerð at taka og at fáa, sigur hon.
Um tað merkir, at børnini hjá krúnprinsaparinum, Christian prinsur, Isabella, prinsessa, Vincent prinsur og Josephine prinsessa – eisini fara at missa síni heiti, kann hon enn ikki svara uppá.
– Í dag vita vit ikki, hvussu kongshúsið fer at síggja út, tá tíðin hjá Christiani kemur, ella tá tíðin hjá honum nærkast, sigur Mary krúnprinsessa.
– Broytingar kunnu vera trupular og særa. Tað hava tey flestu roynt. Men tað merkir ikki harvið, at avgerðin ikki er tann rætta.
Mikudagin var greitt, at børnini hjá Joakim frá 1. jaunuar næsta ár ikki longur skulu hava heitini prinsar og prinsessur. Joakim hevur fýra bønr. Tvey tey elstu – 23 ára gamla Nikolai prins og 20 ára gamla Feliz prins – egiur hann við Alexandru greivindu. 10 ára gomlu Athenu prinsessu og 13 ára gamla Hendrik prins, eigur hann saman við Mariu prinsessu.
Tey fýra børnini skulu eftir avgreðina hjá drotningini frá á nýggjárinum hava heiti sum excelencer eins á ávikavist greiar og komtessur av Monpezat. Tey varðveita plássið í kongaligu arvarøðini.
Bæði Joakim prinsur, Alxandra greivinda og Nikolai prinsur hava sagt seg ikki skilja avgerðina. Í gjár segði 23 ára gamli Nikolai prinsur, at hann ikki skilir avgerðina hjá ommuni.
– Øll familjan og eg eru sjálvandi ógvuliga hørm um hetta. Vit eru, sum foreldur míni eisin i hava sagt, í sjokki av avgerðina og av, hvussu skjótt hetta í veruleikanum er farið fram, sigur hann.
Fyrr sama dag fekk Ekstra Bladet orðið á Joakim prins, tá hann var á veg til arbeiðis í París.
Hann segði, at tað ongantíð er stuttligt at »síggja børn síni fáa ilt«. Og hann segði, at hann stendur í ein støðu, hann ikki sjálvur skilir.
Samskiftisstjórin í kongshúsinum, Lene Balleby, hevur upplýst, at Joakim prinsur hevur kent til avgerðina um taka heitini síðani mai.
Men soleiðis hevur Joakim prinsur ikki fatað tað. Hann segði við Ekstra Bladet, at kongshúsið hevði framskundað avgerðina:
– Tann 5. mai varð eg kunnaður um eina ætlan. At alt hetta um at taka samleikan frá børnum mínum, tá tey hvør sær fyltu 25 ár. Athena prinsessa fyllir 11 í januar. Og so fekk eg fimm dagar freist, tá avgerðina varð framskundað, segði hann.
/ritzau/