Mary skal hava tvíburar

Danska hóvið kunngjørdi í dag, at Mary krúnprinsessa gongur við tvíburum, og at hon skal eiga í januar. Teir seinastu dagarnar hava danskir fjølmiðlar gitt, at krúnprinsessan var við barn, og í dag váttaði kongshúsið tíðindini.

Mary skal eiga á Ríkissjúkrahúsinum í januar.

Mary og Fríðrikur krúnprinsur hava tvey børn frammanundan, fýra ára gamla Christian og trý ára gomlu Isabellu.