Mason hjálpti føroyingum undir krígnum

Tann 18. januar andaðist Sir Frederick Mason, 94 ára gamal. Hann var ein lyklapersónur sum bretskur konsul tey fyrstu trý árini av bretsku hersetingini av Føroyum í 1940. Óli Jacobsen lýsir her mannin, sum var dyggur stuðul hjá føroyingum undir krígnum

Sir Mason Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Sir Frederick Mason var diplomatur alt lívið. Vit kenna nú mest Frederick Mason frá hansara virksemi í Føroyum. Men tað var sjálvsagt bert ein lítlan part av lívinum, hann var her. Hann hevur verið blaðungur, tá ið hann byrjaði sítt virksemi á hesum økinum. Hann fekk so eisini ta hægstu viðurkenning, sum kundi fáast fyri hetta virksemi. Her skal verða greitt nakað frá hansara lívsleið. Abbin hjálpti við lesnaðinum Mason var føddur í 1913 í West Ham, har pápi hansara var fólkaskúlalærari, og mamman var dóttir ein keypmann. Frederick var evnagóður í skúlanum, og abbi hansara hjálpti honum at gjalda skúlapeningin, tá ið hann fór á skúla í London. Her fekk hann játtað eitt stipendinum at fara inn á europeiska meginlandið at læra franskt og týskt. Eitt ár seinni fekk hann aftur stuðul til at fara at lesa á St Catharine's College í Cambridge, og her hjálpti abbin framvegis. Úrslitið var eitt prógv í nútímans máli við toppkarakteri. Hetta eggjaði honum at fara undir próvtøku í konsulatvirksemi, og hann koma at starvast fleri staðir í Europa, USA og Suðuramerika. Fyrsta uppgávan var í Belgia. Í 1935 var ein hampiliga stór samfelag av bretskum forrætningsfólki í Antverpen í Belgia. Mason umboðaði her bretskar sjóvinnumyndugleikar í Belgia. Hann virkaði eisini fyri vælferðina hjá bretskum sjófólki. Eisini var hann varakonsul, bert 21 ára gamal. Síðan var hann sendur til Paris, og aftaná tað til Belgiskt Congo. Í Leopoldville, nú Kinshasa, vóru tveir stovnar, sum tóku sær av sosiala lívinum hjá europearum. Annar av teimumum var bretski golfklubbuirn. Við at gerast heiðurskrivari hjá klubbanum kom Mason at kenna tey flestu fólk av týdningi á hesum leiðum. Í 1939 varð hann fluttur til Elizabethville í Katanga í Congo at gerast konsul. Hetta var ein spennandi tíð við nógvum týskarum, sum komu inn í Congo úr Norður Rhodesia. Í 1940-43 var hann í Føroyum og verður greitt serskilt frá hesum. Bardi uppreistur niður Í 1943 varð Mason sendur to Colón í Panama sum konsul. Her var eisini nóg mikið at gera. Her búðu 20.000 bretskir vestindarar við nógvum trupulleikum. Á einum sinni mátti hann berja niður eitt múttarí á einum canadiskum fraktskipi við at fáa sett ta uppreistrarsinnaðu manningina í geglið. Vegna bardagatíðina var meginparturin av almenna virkseminum hjá bretum uttanfyri Europa samskipað í eina eind. Sum eitt úrslit av hesum gjørdist Mason ein partur av ”Foreign Service” og virkaði sum 1. skrivari á bretsku sendistovunum fyrst í Santiago, síðan í Oslo. Í 1953, eftir at hann eina tíð hevði arbeitt í uttanríkisráðnum, varð hann sendur til Bonn, Athen and Teheran. Aftaná tað skrivaði hann búskaparligar lýsingar av Vesturtýsklandi (1955), Grikkalandi (1956) og av Iran (1957). Hesar lýsingar vóru sera virðismiklar fyri tey, sum vildu gera forrætningar og íløgur í hesum londum. Mason arbeiddi í Teheran sum fíggjarligur ráðgevi from 1957-60 í eini tíð, tá ið Iran menti seg nógv. Í 1960 kom Mason aftur til uttanríkisráðið í fýra ár sum leiðari av deildini fyri fíggjarligt samband við onnur lond. Hetta var ein nýskapan innan bretska uttanríkisráðið. Heiðraður sum Sir Chile er eitt land, sum Bretland altíð hevur havt gott samband við. Tey fýra væleydnaðu árini hjá Mason sum sendimaður endaðaðu við eini minniligari og væleydnaðari statsvitjan hjá drotningini Elisabeth og Philip prinsi í 1970. Mason varð heiðraður við Sir heitið í 1968, eins og hann fekk hægsta ordan frá chilensku stjórnini. Hansara seinasti postur sum sendiharri var, tá ið hann árini 1971-73 var fasti sendimaðurin hjá Bretlandi hjá ST og øðrum millumtjóða felagsskapum í Geneve. Eftir at hann hevði lagt frá sær, var Mason sera íðin limur í Altjóða Narkotaeftirltisnevndini í Geneve, eins og hann hevði onnur álitisstørv. Hann og kona hansara flutti til Ropley í Hampshire, har hann gjørdist virkin í lokalu søguskrivingini. Eftir liva kona hansara Karen, tveir synir og ein dóttir. Nýtt flagg til føroyingar Tað er sjálvsagt nógv, ið kundi verið skrivað um tíðina hjá Mason í Føroyum. Her skal so bert verða nevnt okkurt høvuðsmál, og keldan er Niels Juel Arge. Tað var tann 12. apríl 1940, at millum onnur skip krússarin Suffolk kom á Havnina sum lið í hersetingini av Føroyum. Stutt eftir, at skipini komu á Havnina, fór sjefurin fyri enska hermannaliðnum Sandall oberstur saman við útsendinginum frá enska uttanríkisráðnum, Frederick Cecil Mason, niðan til amtmannin. Hann var av ensku stjórnini settur at vera konsul í Føroyum, so leingi bretsku hermenninir vóru her á landi. Hann kom tískil at vera konsul saman við Valdemar Lützen, sum hevði verið konsul frammanundan. Her skal verða skoytt uppí, at sum varakonslar vóru útnevndir Mogens Lützen, sonur Valdemar, og Robert Brockie, breti sum búði í Føroyum. Mason boðaði frá, at teir vildu leggja seg eftir, at hersetingin ikki skuldi hava so stóra ávirkan á landsins dagliga lív og stýri, og hann vónaði eitt gott samstarv við Føroya Løgting. Her var nóg mikið at taka sær av. Eitt mál var umlegging av búskapinum, so hann var meira í samsvar við tann bretska. Her var jú eisini talan um peningaviðurskifti. Eitt tað fyrsta mál, sum Mason rendi seg í var flaggspurningurin á føroyskum skipum. Tey sigldu jú framvegis undir Dannebrog, sum nú veruliga var eitt fíggindaflagg. Hetta helt bretska flotaleiðslan als ikki kundi bera til. Men amtmaðurin saman við bretsku politisku skipanini hildu fast við Dannebrog. Mason gav í fyrsta umfari boð um, at flaggið var ein føroyskur spurningur. Valið fall á Merkið Bretska flotaleiðskan strongdi á at fáa eina loysn. Hon kundi ikki liva við Dannebrog, men tók ikki støðu, hvat flagg tað annars skuldi vera. Í fyrsta umfari var talan um eitt grønt flagg við hvítum krossi. Hetta førdi til fólkslig krøv um, at tað skuldi vera Merkið, sum varð viðurkent sum okkara flagg. Hetta kom eisini at at vera avgerandi fyri endaligu støðutakanina. Ellen Lützen, kona Mogens, sum í dag er 98 ára gomul, hevur greitt frá, at teir fýra í konslaliðnum høvdu annars avtalað sín ámillum, at tað tilmæli, sum kom frá teimum í flaggspurninginum, skuldi vera einmælt. Einki skuldi koma fram, sum eingin semja var um. Men kl. 17 tann 25. apríl fekk amtmaðurin bræv frá Mason um, at avgerðin varð fallin, og at Merkið skuldi veitra á øllum skipum alt samdøgrið. Bretum dámdu Merkið Magni Arge, sonur Niels Juel, hevur gott innlit í hesi viðurskifti, og hann sigur: Sir Frederick Mason hevði nokk ongan áhuga í føroyska flagginum. Hann varumboðsmaður fyri politisku skipanina gjøgnum bretska uttanríkisráðið. Teir ynsktu bara at finna ein loysn á flaggstríðnum, sum alllir partar kundu góðtaka, og donsku myndugleikarnir vildu yvirhøvur ikki vita av Merkinum. Hetta visti og respekteraði Mason. Men bretska Admirality, flotaleiðslan, kundi ikki liva við, at málið var drigið út, tí tað bar ikki til at føroysk skip sigldu undir danska fíggindaflagginum. Tá ið teir sóu føroyska flaggið, sum Thor bar inn til Hetlands ella Aberdeen,sóu teir, at hetta flagg var júst tað sama, sum bretska rescue (bjargingar) flaggið. So var leyst og liðugt í Admirality. Teir sendu boðini um allan heim, atføroyska flaggið var skapað soleiðis. Tá vóru menn svakir hjá donskum umboðum í London og í bretska diplomatinum, men gjørt var gjørt. Bretland var í kríggj og Admirality mátti tí handla. Stríðið um Thorstein Petersen Í 1940 sendir p/F Uvak við Thorstein Petersen á odda skonnartina “Sonnu” til Amerika við føroyskum vørum - lýsi, revaskinni og ullvørum. Fyri sølupeningin komu teir heim við ymiskum neyðsynjarvørum, t.d. avíspappír. Í 1941 var ætlanin aftur at gera eina líknandi ferð. Men bretsku myndugleikarnir vóru ímóti. Ein orsøk var, at bretar høvdu sjálvir brúk fyri hesi vøru sum t.d. lýsi. Ein onnur var misálit á Thorstein Petersen, sum stóð fyri einum harðligum andstøðupolitikki og teir óttaðust fyri at hann eisini fór at gera um seg uttanlands. Thorstein fór til Amerika í sambandi við ætlaðu ferðini hjá Sonnu. Nógvur ivi var um, hvørt hann skuldi fáa útferðarloyvi og hevði Mason samskifti við bretskar myndugleikar um hetta. Samstundis vóru royndir gjørdar at fáa Thorstein frá sum norskan konsul. Her var Mason eisini ein lyklapersónur. Men henda royndin eydnaðist so ikki. Mason og bretar vóru í parti við amtmannin og politiska meirilutan í tinginum. Ein orsøk til illstøðuna við Thorstein og Fólkaflokkin var, at Mason hevði garanterað amtmanninum, at tað hendi eingin broyting í okkara støðu mótvegis Danmark, so leingi sum kríggið vardi. Hetta er nú lætt at skilja í dag. Eitt annað øki, har Mason royndi at hjálpa føroyingum, var at fáa kanónir, so tað bar til at verja okkum móti týskum flogálopum. Hetta eydnaðist eisini sum frá leið. Tá ið Mason fór úr Føroyum í 1943 gjørdist Norman Vorley konsul fyri hann. Sofus kendi Sir Frederick Mason Sofus Poulsen, okkara maður í Aberdeen í meira enn hálva øld, kendi Mason, og skrivar soleiðis um hann: ”Tað fyrsta, eg minnist til konsul Mason var fyrst undir seinna heimsbardaga, tá ið eg gekk á realskúlanum í Tórshavn. Eg minnist væl, at hesin vakri ungi maður, 27 ára gamal, var so fínt ílætin. Hann gekk í Havnar gøtum eins og teir nógvu bretsku marinararnir og hermenninir. Tað, sum eg serliga minnist til, er tá ið hann og danska Karen Rørholm, sum var assistentur hjá Kaaber tannlæknanum, giftust. Veðrið var ófýsið tann dagin, og eg minnist eisini, at okkara sera kenda lærarinna frk. Cohr, sum eisini var donsk, fór inn í Havnar kirkju til brúðarvígsluna. Hon var ílætin einum ljósagrønum "floating" kjóla. Vit vóru sjálvandi ikki von við at síggja hana í so fínum klæðum. Valdemar Lützen var bretskur konsul frammanundan. Men nú seinni heimsbardagi herjaði, helt bretska stjórnin, at tað var neyðugt at senda ein av teirra egnu tænastumonnum frá uttanríkisráðnum til Føroyar at taka sær av øllum tí eyka arbeiðnum, sum bretska hersetingin av oyggjum okkara kom at føra við sær. Eg hugsi, at Mason var rætti maðurin at senda til Føroyar. Hann er mest kendur av okkara landsmonnum sum millummaður millum okkum og bretsku stjórnina og Winston Churchill. Ein avleiðing var, at okkara skip skuldu hava okkara egna flagg "Merkið" á stong, bæði í heima- og millumlandasigling. Henda avgerð varð tikin 25. apríl 1940. Konsul Mason dámdi væl okkum føroyingar. Hann gjørdi alt, hann kundi fyri at hjálpa okkum í tí støðuni, vit vóru komin í vegna týsku hersetingina av Danmark. Tískil vóru vit noyddir at taka okkum av øllum, sum oyggjalandi okkara hevði fyri neyðini. Hetta merkti eisini samráðingar við bretsku myndugleikarnar. Tað, sum okkara fiskiskip og sjómenn avrikaðu undir seinna heimsbardaga, og sum kostaði okkum triðingin av fiskiflota okkara eins og 200 manns, vóru bæði Mason konsulur og forsætisráðharrin Winston Churchill takksamir fyri. Hittust í 1982 Tá ið løgmaður Pauli Ellefsen var boðin til Bretlands á almenna vitjan í 1982, vóru Árni Olafsson og eg við honum. Vitjað varð bæði í Hetlandi, á oljuboripalli og í Skotlandi og Onglandi. Í London var vitjað í Parlamentinum, har vit hoyrdu forsætisráðharran Margaret Thatcher halda røðu um Falklandskríggið. Seinni hevði Uttanríkisráðið fyrireikað morgunmat fyri løgmanni, har nógvir "fínir" gestir voru bodnir við. Sjálvur kom eg at sita undir liðuni av teirra manni í Uttanríkisráðnum, sum tók sær av The Scandinavian Desk. Eg varnaðist, at á gestalistanum var ein Sir Frederick Mason, og so vóru nevnd hansara heiðursmerkir. Eg spurdi so hendan, um hann kundi kanna, um hetta møguliga kundi vera tann sami Mason, sum var bretskur konsul í Føroyum undir krígnum. Jú, so var. Vit fingu so høvi at tosa við Sir Frederick, og løgmaður Pauli Ellefsen bjóðaði honum og Lady Karen at koma til Føroyar á vitjan summarið aftaná. Hesa vitjan vóru tey sera fegin um. Tey komu aftur á vitjan á 13. mai 1990 á bretsku vikuni í samband við 50 ára hátíðarhaldið fyri vinarligu bretsku hersetingini av oyggjum okkara. Kann nevna, at mær eydnaðist at fáa Royal Marines orkestrið frá Rosyth, Gordon Highlanders sekkjapípuorkestur og mannskór, 50 manns, frá Wales við til hetta hátíðarhald. Harumframt komu 50 hermenn, sum høvdu verið í Føroyum undir seinna heimsbardaga eins og 15 Royal Scottish Highland Dancers frá Perthshire. Smyril gjørdi eina serferð til Scrabster eftir okkum. Tað vóru 8-10.000 fólk vóru á kaiuni, tá ið vit koma á Havnina uml. kl 23.30. Sir Frederick og Lady Karen, sum vóru komin við flogfari, løgmaður, borgarstjóri og onnur vóru har at taka ímóti okkum. Frammanundan var bretska fregattin HMS Brilliant komin og lá við kai. Fyri at fáa allar hermenninar í samband við tey, sum teir skuldu gista hjá, noyddust vit at fá bæði Royal Marines og Gordon Highlanders orkestrini at marsjera niðan í býin og oman aftur, har vertirnir stóðu og bíðaðu eftir teimum við stórum uppsløgum við antin Royal Marines ella Gordon Highlanders skriva á við stórum stavum. Hesin gistingarháttur var vist eisini tann besti ein kundi hugsa sær, tí so fingu báðir partar notið vinarlag og gleði av at vera saman í nakrar dagar. Glaður fyri vitjan í Føroyum Øll vitjanin var væl eydnað. Serliga minnilig var minningargudstænastan í nýggja kirkjugarði, har bretsku krígsgrøvirnar eru. Tann dagin "masjeraðu" orkestrini og um 100 marinarar av "Brilliant" av kaiuni út í kirkjugarðin, har Bergur Jacobsen, prestur helt gudstænastuna á enskum, og kransar vóru lagdir á gravirnar av øllum teim luttakandi, bæði bretskum og føroyskum. Teirra millum var eisini Sir Frederick. Hansara 77 ára føðingardagur var 15. mai, og Tórshavnar Býráð fyrireikaði ein døgurða til heiður fyri hann í móttøkuhúsunum hjá býráðnum í Tróndargøtu. Aftan á døgurðan opnaði tey dupulthurðarnar og vakur klassiskur kórsangur tók so væl Sir Frederick sum okkum øll á bóli. Seinni fekk eg skriv frá honum dagfest 20. mai 1990. Hann takkaði fyri alt, sum tey høvdu upplivað í Føroyum ta vikuna og fyri blíðskapin, øll høvdu sýnt teimum. Seinni sendi eg honum videobondini, sum Sjónvarp Føroya hevdi tikið av vitjanini, og hann segði, at tey og familjan vóru sera glað fyri tey, og at familjan hevði fingið høvi at sæð bondini. Hann nevndi eisini, at grannar høvdu nevnt við hann, at tey høvdu sæð brot av føroyavitjan teirra í bretska sjónvarpinum, og í hesi sending luttók hann eisini sjálvur. Næstu ferð, eg hitti Sir Frederick og Lady Karen, var á donsku sendistovuni í London. Sendiharrin Ole Lønsmann Poulsen hevði boðið teimum til ein døgurða, sum hann hevði fyrireikað í samband við 50 ára starvsdag mín. Løgmaður Anfinn Kallsberg og frú vóru eisini boðin við saman við míni familja og kenningum innan mítt starvsøki. Sir Frederick og Lady Karen vóru sera glað fyri at kunna luttaka hetta kvøldið. Hann skuldi koyra heim aftur, um 100 km, og hann var ikki nakar unglingi. Seinni havi eg tosað við tey fleiri ferðir. Vanliga hevur hetta verið á føðingardegi hansara, og tað gjørdi eg eisini í fjør. Tá vóru bæði røsk og ondsfrísk, men ”getting on in years”, sum hann tók til. Jólakort 2007 vóru send sum vanligt. Tó skuldi hetta fyri hansara viðkomandi verða tað seinasta. Vil við hesum lýsa frið yvir minninum um mín góða vinmann og Føroyavinin Sir Frederick Mason.