Formil 1
Eftir á 65 umfør á Circut de Catalunya uttan nakran veruligan avbjóðara koyrdi brasiliumaðurin Felipe Massa sín Ferrari bil fyrstur um málstrikuna. Einastu ferð hann var trýstur var í fyrsta svingi, tá Fernando Alonso royndi at sleppa framvið honum. Men Massa bakkaði ikki úr nærdystinum, og endin var at Alonso var trýstur av breytini, og sá Hamilton og Räikkönen koyra framvið sær.
Eldur í Massa
Ein vandamikil støða stóðst av fyrsta pitstoppinum hjá Massa, eldur kom í avlopsbrennievnið til bilin, og Massa koyrdi avstað við stórum lógum av eldi í bili sínum, vindurin og ferðin sløkti tó eldin beinanvegin, og tá Massa var spurdur um hesa hending á tíðindafundinum visti hann einki um eldin.
- Ná, tað havi eg slettis ikki lagt til merkis, um ein tílík støða hevur verið, so hevur liðið ivaleyst tikið sær av tí, segði hann.
Hendingarík koyring
Spanska koyringin var bæði spennandi og hendingarík, og hóast spenningur ongantíð veruliga var um hvør fór at vinna, ella hvør fór at gerast nummar tvey, so vóru nógvir tættir nærdystir longri afturi.
Longu í sjálvari byrjanini fekk Trulli trupulleikar, tí var umstartur dømdur, og Trulli mátti byrja úr pittinum. Hansara bilur gav tó upp anda eftir níggju umfør. Á fyrsta umfari rendi Alexander Wurz ipp í afturpartin av bilinum hjá Ralf Schumacher. Báðir koyrdu beint í pitt, har Wurz gavst. Ralf Schumacher mátti eisini seinni gevast.
Räikkönen fekk elektriskar trupulleikar við bili sínum og mátti gevast av triðja plássi eftir 10 umfør. Og soleiðis helt fram.