Master class við Cathrine Sadolin

SANGSKEIÐ

Í døgunum 23.-25. januar 2004 verður skipað fyri master classs sangskeiði við Cathrine Sadolin í Norðurlandahúsinum. 15 fólk kunnu verða beinleiðis við í undirvísingini, meðan rúm er fyri hópin av áhoyrarum. Cathrine Sadolin er kend frá hópin av sjónvarpssendingum og bókum, har hon lærir fólk at nýta røddina.
Freistin at tekna seg er úti fríggjadagin hin 9. januar 2004. Sangskeiðið er treytað av nóg stórari luttøku og tilmeldingarbløð eru á www.petra.fo
Pláss er fyri 15 aktivum, sum fáa induviduella undirvísing. Ein treyt fyri at kunna luttaka sum aktivur er, at tú ikki ert nýbyrjari og harumframt hevur ein heilt konkretan trupulleika, sum tú vilt hava hjálp til, eitt nú hvussu ein kann náða ein hægri, ella lægri tóna, ikki verða hásur av at halda ein langan fyrilestur, ella syngja eina ávísa strofu. Allir mátar at syngja eru galdandi og vælkomnir, frá heavy til klassiskt. Havið tónleikadømi við á fløgu, so sangurin kann verða greinaður. Takið 1-2 sagir, ella partar av sangi við, har trupuleiki er, umframt nótar og besifringar til pianistin.
Danska Cathrine Sadolin hevur givið út bókina Komplet Sangteknik (Shout Publishing), sum byggir á 15 ára gransking innan allar mátar at syngja uppá. Í hesum arbeiði hevur Sadolin varnast eina higartil ókenda skipan, ið liggur til grund fyri hvussu vit brúka røddina. Bókin og virksemi hennara ger upp við vanahugsan og gongur nýggjar, óvæntaðar leiðir, har møguleiki er at geva øll hugsandi ljóð frá sær - uttan at skaða røddina.
Catherine Sadolin nýtir fýra eginleikar, sum natúrliga eru í øllum røddum. Hesar eginleikar verða nevndir neutral, curbing, overdrive og belting.
Settir saman, fevna hesir eginleikar um allar mátar at syngja, tað verið seg klassiskt ella heavy. Eisini tá umræður distortion, ral, growl, knekk, skríggj, hása rødd, luft í røddini og ornamenterandi teknikk. Verður bygt á ta tøkni, sum Catherine Sadolin nýtir, kunnu allar hesar ræddarvenjingar fremjast á skilagóðan hátt og uttan at skaða virðismiklasta amboð okkara - røddina.
Bók og skeið er ætlað leikum og lærdum, sum av álvara arbeiða við rødd og sangi, tað verið seg sangarar, blásarar, upplesarar, lærarar, læknar, talupedagogar og øll, ið hava trupuleikar av røddini og vilja arbeiða við hesum. Tó hava børn undir 16 ár ikki atgongd til skeiðið. Fyrireikari er Petra Iversen (petra@kallnet.fo) úti á Bø í Kvívík. Meiri kann lesast um Catherine Sadolin á www.sadolin.net/dk