Matopera við Ernst Dalsgarð

Ert tú til opera, subliman mat og perlandi vín, er Docken í Keypmannahavn júst rætta staðið til tín í kvøld Føroyski operasangarin frá kongaligu operuni í Keypmannahavn Ernst Dalsgarð er ein triðingur av operatrioini Det Syngende Selskab, sum framførir á mentanarkeiini Docken í Keypmannahavn kl. 19 í kvøld.

Tiltakið er ein sonevnd matopera, har áhoyrarin verður forkelaður við fínum fronskum mati og víni, meðan tónar frá millum annað Carmen, Roméo et Juliette, Les Contes d?Hoffmann, Lakmé, La Fille du Régiment, La Belle Helene, La Pericole umframt brotum úr sangleikinum Les Miserables og franska chansons.

Trioin fevnir um tey trý Merete Sveistrup, sopran, Pia Schnack, mezzo og Ernst Dalsgard, tenor. Atgongumerki eru at fáa á www.BILLETnet.dk.