Seinnapartin spældu landsliðsmálverjin, Mattias Lamhauge og liðfelagarnir torføran dyst á útivølli móti Hobro í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tað eydnaðist Mattiasi at halda málið reint í dystinum, ið Fredericia vann 2-0.
Hobro IK-FC Fredericia 0-2 (0-1)
0-1 Lundrim Hetemi (39.),
0-2 Emilio Simonsen (50.)
Sambært Fredricia Dagblad so vísti Mattias stóran tryggleika í sínum debutdysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Tíðliga í dystinum høvdu Mattias og Fredericia tó marginalarnir við sær.
Tá bert fýra minuttir vóru leiktir var brotsspark dømt til Hobro. Mads Freundlich sendi Mattias skeivan veg, men lukkutíð fyri Fredericia fór bóltin í stongina og út.
Fredericia er triðfremst í deildini við 33 stigum. 10 stig eru upp til oddaliðið, SønderjyskE sum hevur 43 stig, og níggju stig eru upp til AaB, ið hevur 42 stig.
Komandi fríggjadag klokkan 17.30 spælir Fredericia dyst á heimavølli móti AaB.