Mattias og liðfelagarnir vunnu fyrsta heimasigurin

Fyrsti superliga-sigurin hjá FC Fredericia í superliguni er veruleiki

Triðja dystin á rað slapp Mattias H. Lamhauge at verja málið hjá FC Fredericia í dysti í donsku superliguni.

 

Á Monjasa Park leikvøllinum í Fredericia eydnaðist tað í kvøld Fredericia frammanfyri 4.000 áskoðarum at vinna fyrsta heimasigurin nakrantíð í superliguni.

 

Fredericia vann 3-2 á Sønderjyske. 

 

Longu í 33. minutti fekk Sønderjyske ein leikara útvístan. Tíðliga í seinna hálvleiki skoraðu Oscar Buch og Agon Mucolli fyri Fredericia, ið var á odda 2-0 við 11 móti 10 leikarum.

 

Men Sønderjyske megnaði at minka um munin, og at javna til 2-2. Lukkutíð skoraði Martin Huldahl til 3-2 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Beint áðrenn hevði VAR kolldømt eitt mál hjá Fredericia.

 

Sambært Fredericia Dagblad hevði Mattias onkrar góðar bjargingar, men sá heldur illa út í einari støðu heilt móti dystarenda. Tann støðan spældi tó væl av. Mattias hevði ikki nakran møguleika at bjarga, tá Sønderjyske skoraði málini hjá sær. 

 

Fredericia er nummar fýra í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir, ið er ein góðkend byrjan fyri ein uppflytara.

 

Sunnudagin 24. august hevur Fredericia heimadyst móti Randers.