Mattias vónar Fredericia kann gera tað enn betur

Í morgin spælir FC Fredericia fyrsta dystin hetta kappingarárið

Klokkan 14 í morgin spæla landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge og liðfelagarnir í FC Fredericia fyrsta dystin hetta kappingarárið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin verður á heimavølli móti Hobro.

 

Hetta kappingarárið fær Mattias kapping frá Valdemar Birksø, ið er komin úr FC Midtjyllandi. Valdemar Birksø hevur verið skaddur í seinastuni og hevur tí verið í FC Midtjyllandi til endurvenjingar.

 

- Hetta er ein málverji, sum vit kenna væl. Hann er áhaldandi og íðin. Tað merkir at vit fáa ein spælara í hópin, sum kann geva nakað til mentanina, ið vit hava í felagnum, sigur venjarin, Michael Hansen.

 

Um vónirnar til komandi kappingarárið sigur Mattias í stuttari viðmerking: - Vónandi kunnu vit flyta okkum enn longur enn farna kappingarár. Vit hava nógvar nýggjar spælarar í hópinum við góðum eginleikum, so vit vóna at kunna betra um fleiri lutir hetta kappingarárið. Sigur Mattias í stuttar viðmerking til in.fo. 

 

Fredericia endaði á einum fjórða plássi í ovara endaspælinum farna kappingarár.