Bókin Mad og følelser blot en brugsbog lýsir, tað sum hendir, tá vit brúka matin skeivt tá kenslur stýra matarlystinum og vit eta fyri at troysta okkum sjálvi, doyva strongd, keðsemi ella sorg.
- Hvussu ber tað til, at hóast vit seinastu mongu árini hava kannað og kjakast um kaloriur, motión og vekt, gerast fólk bara feitari og feitari, meðan alsamt fleiri fáa etingarólag, spyr høvundurin Elisabeth Balslev. Sjálv er hon sannførd um, at hetta kemst av, at vit hava gloymt týðandi leiklutin okkara kenslur spæla, tá tað ræður um mat. Hennara boðskapur er, at vit mugu halda uppat at fokusera so eintýðugt uppá vekttabellir, feitt og klænkimat, sum um vit vóru sjúkar og viðbreknar maskinur. Heldur enn at síggja mat sum eina hóttan ella eitt doyvingarevni eiga vit at læra okkum at brúka matin sum eina tað mest stimbrandi kelduna til lívsgóðsku.