Matur og tónleikur á sama vegamóti?

Tað er kanska torført at ímynda sær hvat matur og tónleikur hava felags - uttan sjálvandi tað, at ein góð máltíð bert verður betri við góðum tónleiki afturvið

Men hendingarnar í Føroyum innan tónleikalívið og matgerð seinastu tíðina bera tíðiliga brá av, at tað rørir seg nakað í hesum báðum mentunargreinum - ella vinnugreinum um tú vilt, sum vísur, at menningin innan báðar hesar greinar hevur hevur somu kós. Felagsnevnarin í menningini er rákið burtur frá ?main stream? mati og ?main stream? tónleiki og og harafturat kravið um orginalitet, sum so aftur førur við sær, at leita verður aftur í mentunararvin.


Áhugaverdir fyrilestrar um ?Traditionsmad?

Ein workshop um traditiónsmat hevur júst verið í Føroyum, har norðmenn, íslendingar og skotar umframt føroyingar vóru við. Í hesum sambandi vóru almennir fyrilestrar á sjómansheiminum í Havn. Tiltakað var væl lýst av fjølmiðlunum og tá serliga føroyska bufféin í Múllers pakkhúsi.

Fiskivinnuskúlin hevði fyrilestur um hagreiðing av føroyskum mati. Tey hava verið á ymiskum bygdum og kanna hvussu fólk hava hagreitt føroyskan mat. Ein áhugaverdur fyrilestur.

Normenn høvdu eini átta smærri innlegg um tey tiltøk, sum eru í gongd í Noregi til tess at kortleggja og menna fornan matsið og ikki minst at fáa fólk og serliga tey ungu at taka til sín henda matsið. Ein sat eftir við tí kenslu, at norðmenn eru farnir í holt við eina ovurhonds stóra verkætlan fyri fleiri tíggjutals milliónur krónur, sum hevur til endamáls at fáa skúlaungdóm, miðnáms-útbúgvingar, fróðskaparsetur, matstøð, matídnaðin og ikki minst almenningin at venda aftur til tað ?góða gamla? ella sagt á nútíðarmáli: aftur til tað upprunaliga, tað økologiska og burðardygga.

Íslendingar greiddu frá líknandni verkætlan í Íslandi, hóast hon ikki var eins stór í vavi, sum tann norska og onglendingar greiddi frá einum ES.-fíggjaðari verkætlan, har Bergen, Bremerhafen í Týskalandi og North Humberland í Onglandi eru við. Endamálið er tað sama: at kveikja lív aftur í eldri og fornan matsið.

Ideologiskt er ongin ivi um hvaðar rákið fer. Hugtakið tann ?politiski forbrúkarin? ella ?tann bevísti forbrúkarin? vindur alt meira uppá seg. Hesin forbrúkarin setir størri krøv til matin enn at hann bert skal verða etandi. Tann politiski forbrúkarin krevur eisini at maturin stavar frá burðardygga veiðu, økologiskari og umhvørvisvinarliga framleiðslu og so framvegis. Rákið er í roynd og veru eitt mótrák til MacDonald-burgaran, pastageneratiónina og at nationalrætturin í øllum heimsins londum eitur pizza.

Sambært bløðunumm og SVF so tóku fleiri føroyingar til orðanna um okkara matsið. Vit eru komin hartil, at føroyski forni matsiðurin er um at hvørva og samstundis helt onkur, at vit áttu at gera nógv meira burtur úr frálíka føroyska matinum og ikki minst í sambandi við ferðafólkavinnu.


Frálíkt Prix Føroyar

Vikuna frammanundan var finalan í Prix Føroyar, sum eftirhondini er vorðið tað stórsta tónleika-showið vit í heila tikið hava her heima. Eitt frálíkt tiltak, sum við sínum kappingaranda og geografisku breidd er við at stimbra breiddina og eisini elituna í føroyskum rock-tónleiki. Aftaná fýra lokalar kappingar var finalan í Norðurlandahúsinum har nógvur ungdómur var til staðar meðan vit onnur eitt sindur eldri - sum eisini dáma rocktónleik - sótu heima og hugdu at SVF og lurtaðu eftir ÚF. Veit ikki hvussu nógvir dómarar vóru, men millum terirra vóru bæði danir og íslendingar.

Fjølmiðlarnir dekkaðu eisini Prix Føroyar. Serliga sjálva finaluna í Norðurlandshúsinum og fremmandu dómararnir komu eisini alment framat við fyrilestrum og viðtalum í bløðunum.

Eg beit serliga merki í tað danin Jens Ole Friis (ella okkurt sovorði) segði við dag og viku. Hann nevndi, at føroyskir tónleikarar enn ikki vóru búnir til at taka lopið út í altjóða tónleikaídnaðin. Hann hevði onga viðmerking til tað tekniska støði, men heldur at okkara tónleikarar áttu at menna seg og gera meira við at útvikla orginalitetin og at gera betri tekstir. Hann nevndi eisini at altjóða rákið er við at venda burtar frá tað hann kallar ?Main stream music? Hetta er ídnaðartónleikur, sum vit síggja nógv av í MTV. Tónleikabólkarnir verða samansettir ella designaðir til tann tørv marknaðarfólkini halda sølu verða í.

Hinvegin leita plátuútgevarar og ?talentspejdarar? í øllum heiminum annars í krókunum eftir tí orginala, tí sum er øðrvísi og brýtur frá ?main stream? tónleikinum. Jens Ole Friis var púra sannførdur um, at føroyingar áttu at leita afur til røturnar at finna fram tað serføroyska. Her skuldi verið nógv tilfar at lært av og samstundis ment til tann originalitet, sum altjóða rákið eisini vil hava til keyps.


Hvat hava so matur og tónleikur felags?

Tað er kanska ikki í okkara dagligdegi, at tónleikur og matur hava nakað felags. Men lyfta vit okkum eitt sindur upp um hann, er greitt, at tær ábendingar, sum gera seg alt meira galdandi saman við teimum tilráðingar vit hava hoyrt seinastu tíðina siga, at gongda leiðin bæði fyri tónleikin og matin er aftur til røturnar, aftur til okkara siðaarv. Tað er í okkara siðaarvi ? millum annað í føroyska dansinum - at tónleikurin kann finna sín orginalitet og har hann eisini kann mergja yrkingarførleikan. (Ótrúligt at tað skuldi verða ein dani, sum gjørdi Fuglakvæði kent millum føroyskan ungdóm!!).

Og tað er somuleiðis í okkara siðvenju at matgerðin finnur lyklar til vegin fram, soleiðis at føroyskur matur aftur verður nátúrligur táttur í okkara dagligdegi í staðin fyri pizza. Og ikki minst sum ein týðandi táttur í okkara ferðmannavinnu, har ferðamaðurin/kvinnan kann royna føroyskan mat. (Ein svenskari segði fyri kortum, at Føroyar vóru eitt bíligt ferðamanna land ? her var onki at brúka peningarnar til!!! Viðkomandi, sum eisini var matáhugað segði, at henni nýttist ikki at koma til Føroya at eta grillmat!)

Mín niðurstøða er hon, at bæði maturin og tónleikurin hava brúk fyri fleiri kanningarferðum inn í okkara egna fjøltáttaða identitet.


Leikluturin hjá tí almenna

Í kjalarvørrinum av Prix Føroyar hevur verið eitt sindur av kjaka um studning til tónleikin. Onkur hevur skotið upp, at stuðul eigur at verða latin til ein ella tveir bólkar til at royna seg á altjóða pallinum. Roynt verður at fáa politikarnar at síggja tónleikin sum vinnugrein. Tá fakfólk uttan í frá ikki meta tónleikin sum búnan til at gera seg galdandi á altjóða pallinum haldi eg, at uppskotið er heldur ov tíðliga á veg. Hinvegin bendir alt á, at tað almenna eigur at stuðla ?grasrótunum? heldur enn ?elituni?. Stuðul kundi til dømis verið givin til at ungir rocktónleikarar kundu luttaka í workshops í føroyskum dansi og kvæðum og á henda hátt útvikla tann orginalitet í tónleiki og yrkingum, sum jú verður eftirlýstur av øllum. Tiltøk sum Prix Føroyar eiga somuleiðis at fáa stuðul, tí tey eggja tónleikarunum at gerast enn betri. At framleiða viðkomandi vitan til tónleikara-branchuna eigur somuleiðis at stuðlast. Eg eri sannførdur um, at ein stuðulspolitikkur sum hesin er strategiskt rættari og er stuðul til tey nógvu heldur enn til tey ivasomu fáu. Og kanska spyrst onkur spennandi spýri burtuúr.

Stuðul til at menna føroyska matgerð og kanna alla siðvenjuna aftan fyri hana hevur ongin tikið upp á tunguna. Tað er ikki traditión fyri at politikarar fáa sveittan út av at kjaka menning av føroyskum matsiði. Men eg hómi at ein líknandi tørvur sum á tónleikaøkinum er við at melda seg. Tað er tørvur á at fara aftur í søguna og fáa kortlagt hagreiðing av føroyskum mati (tey, sum kenna til hagreiðing av kópi, eru eftirhondini rættiliga gomul!). Brúk er fyri gransking í siðsøguligum tættum og framleiðslutekninskum tættum. Og tað er sanniliga tørvur á at læra føroysku pastageneratiónina mergjaðan matsið.

So hví ikki stuðla fiskivinnuskúlanum at gera tað siðsøguliga arbeiði tey eru byrjaðai uppá, og hví ikki lata húsarhaldsskúlan gera workshops um føroyskan mat fyri matstovurnar, stuðla gransking í okkara fornemmasta produktiónsapparati ? hjallinum - og mangt mangt annað.

Tað, sum vit í grundini skulu í holt við bæði á tónleika- og matøkinum, er betur at læra okkara røtur at kenna, menna tær og gjøgnum nútíðina føra røturnar í nýggjum hami inn í framtíðina!


Tórshavn, 24. apríl 1999

Ásmundur Guðjónsson

sornhus@post.olivant.fo