Føroysku rávørurnar og teir rættirnir, sum tú fært burturúr rávørunum, eru við til at gera føroyska køkin til nakað heilt serligt. Í roynd og veru er føroysk gastronomi so mikið serlig, at danin Bent Christensen kallar hana fyri ein av teimum bestu í Europa. Bent Christensen er kendur matjournalistur og hevur í fleiri ár verið redaktørur fyri Den Danske Spiseguide, sum hvørt ár fortelur um bestu matstøðini í danska ríkinum.
- Føroyski maturin er so fantastiskur, at eg ivist onga løtu í, at um fá ár fara tit at uppliva ferðafólk úr øllum heiminum koma at ferðast til Føroya fyri at fáa eina gastronomiska uppliving, sigur Bent Christensen.
Maturin er óvanliga góður
Orsøkin til at Bent Christensen hevur valt at skriva eina bók um Leif Sørensen og tann matin, hann borðreiðir við á matstovuni Koks er, at hesir rættirnir smakka heilt serstakt.
- Tað, sum eyðkennir matin, sum Leif Sørensen ger úr føroyskum rávørum, er, at hann smakkar heilt ekstremt væl. Harafturat er úttrykkið ógvuliga einkult, men samstundis ótrúliga kreativt, sigur Bent Christensen.
Um vikuskiftið hava fleiri útlendskir matjournalistar verið og vitjað í Føroyum í samband við útgávuna av nýggju bókini og ikki hevur skortað við føgrum orðum um føroyska matin, sum Leif Sørensen ger.
- Eins og eg sjálvur eru teir ovfarnir og tiknir á bóli av teimum rættunum, sum til ber at gera burtur úr føroyskum rávørum. Eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at onkur teirra næstan fekk tár í eyguni av at uppliva føroyska gastronomi á henda hátt, fortelur Bent Christensen.
Mugu hugsa nýtt
Tað, sum eyðkennir teir føroysku rættirnar, sum Leif Sørensen ger á Koks, er, at siðbundnu rættirnir eru latnir í nýggjan ham. Júst hetta fær rættirnar á eitt annað og hægri støði, hvat matlist viðvíkur, heldur Bent Christensen.
- Tað er umráðandi, at tit hugsa nýtt og ikki bert matgera upp á tann gamla mátan. Tann vanligi og gamli mátin er ikki nakað, sum kann lokka útlendingar til Føroya. Við at hugsa nýtt og kreativt samstundis sum mann brúkar føroyskar rávørur, er hesin nýggi føroyski køkurin veruliga nakað, sum útlendingar vil ferðast langt fyri at uppliva, sigur Bent Christensen.
Rávørurnar, sum vit hava í Føroyum, eru hornasteinurin í føroyskari gastronomi, tí hon gevur okkum møguleikar, sum ikki eru til staðar aðrastaðni.
- Maturin er so feskur sum yvirhøvur ber til, av tí at rávørurnar, sum verða brúktar, eru so spildurnýggjar. Maturin skal ikki frystast ella liggja og bíða í fleiri samdøgur ella vikur, og tað er fantastiskt, sigur Bent Christensen og heldur fram:
- Tað nýtast ikki at ganga fleiri enn eini 15 minuttir, frá tí at til dømis fiskurin er fiskaður, til tú hevur ein lekran fiskarætt á borðiskinum framman fyri tær. Júst tað er forkunnugt og heilt serligt fyri útlendingar.
Føroyingar mugu stuðla
Hóast Bent Christensen vísir á týdningin av, at útlendingar fáa eyga á føroyska gastronomi, heldur hann tað eisini vera av alstórum týdningi, at føroyingar eisini eru tilvitaðir um rávørurnar, og hvussu tær kunnu brúkast.
- Nógvir føroyingar vita lítið og einki um teir fantastisku rættirnar, sum Leif Sørensen skapar við føroyskum rávørum. Tí er hetta slagið av matlist ikki bert nýtt fyri útlendingar, men avgjørt eisini fyri ein stóran part av føroyingum, sigur Bent Christensen.
Men ein forteyt fyri at Føroyar kunnu gerast tað landið, sum ferðafólk leita til fyri at uppliva matmentanina, er, at kundagrundarlagið er til staðar – alt árið.
- Føroyingar skulu seta sær sjálvum spurningin, um teir vilja stuðla hesum slagnum av matmentan, tí ynskja tit ferðafólk hendavegin, mugu føroyingar sjálvir tryggja, at kundagrundarlagið finst. Tað vil siga, ístaðin fyri at eta heima hvørt einasta kvøld alt árið, so kann mann velja at fara út at eta og fáa eina serliga uppliving, sigur Bent Christensen og heldur fram:
- Føroyar eru eitt gastronomiskt eldorado, og tað er nakað, sum fólk vilja ferðast langan veg fyri at uppliva. Tað eru bara teir fæstu føroyingarnir, sum eru greiðir yvir hetta gastronomiska ævintýrlandið.
Faktaboks:
KOKS er heitið á nýggjari bók um føroyska gastronomi og kokkin, Leif Sørensen. Bókin tekur støði í teimum rættunum, sum Leif Sørensen ger á matstovuni Koks á Hotel Føroyum. Til ber at síggja og lesa um føroyska gastronomi, árstíðirnar, rávørur og matmentanina á teimum 282 síðunum, sum bókin telur. Tað er danski Bent Christensen, ið hevur skrivað bókina, og Claes Bech-Poulsen, sum hevur tikið myndir.
Hvør er Leif Sørensen?
“Nordatlantens førende gourmetfigur”. Soleiðis verður føroyski kokkurin, Leif Sørensen lýstur í bókini KOKS.
Sum ungur fór hann til Danmarkar, og við útbúgving og arbeiðsroyndum frá eitt nú Kommandenten hjá Francis Cardenau og Brian Funder á Marie Grubbe á Tjele Gods, kom Leif Sørensen aftur til Føroya. Hann var við til at skriva “Norðurlendska Manifestið” fyri norðurlendska gastronomi í 2004. Síðani 2007 hevur Leif Sørensen verið norðurlendskur umboðsmaður fyri Ny Nordisk Mad. Dagliga starvast hann sum kokkur á matstovuni Koks á Hotel Føroyum.