Matvøruhandil í Marknagili letur upp í morgin

Í morgin letur nýggjur Bónus matvøruhandil upp í Marknagili. Handilin, sum er góðar 950 m2 til støddar, opnar fyri fyrstu ferð klokkan 9 í morgin.

 

Niels Mortensen, stjóri í SMS, er spentur og gleðir seg til nýggi Bónushandilin letur upp í Marknagili, har nógv virksemi annars er nú fyri tíðina við nýggjum miðnámsskúla og aðrari bygging.

 

- Tað er altíð spennandi og nakað serligt, tá mann opnar nýggjan handil, so vit eru spent, sigur hann við in.fo.

 

Nýggi handilin skilir seg nakað frá hinum Bónushandlunum.

 

- Handilin er nøkunlunda á sama støði sum tann í Hoyvík, men er tó í einum øðrum skapi. Hann hevur eisini eitt bakarí í handlinum, sum hinir Bónus handlarnir ikki hava, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS. 

 

Atlit hevur eisini verið tikið til umhvørvið, tá handilin varð bygdur.

 

- Vit hava lagt stóran dent á at gera handilin grønan og umhvørvisvinarligan. Har er CO2 anlegg, og hitin verður endurnýttur frá kompressarunum, og so er alt ljósið LED, sigur SMS stjórin.