Ameriska fótbóltssambandið hevur longt samstarvið við argentinska landsliðsvenjaran, Mauricio Pochettino til 2030.
Mauricio Pochettino førdi USA til HM-áttandapartsfinalurnar, har eitt 1-4 tap fyri Belgia gjørdist endastøðin. Men í USA eru tey nøgd við, at hann førdi liðið úr innleiðandi bólkaspælinum og úr sekstandapartsfinalunum.
Nú verður uppgávan hjá Mauricio Pochettino at vinna komandi Gold Cup kappingina. Tað er endaspælið fyri Norðuramerisku, millumamerikisku og karibisku landsliðini.
Tað verður sjálvsagt eisini uppgávan hjá Mauricio Pochettino at føra USA til HM-endaspælið í 2030, ið verður leikt í Spania, Portugal og Marokko.










