Reytt kort kostaði nógv hjá HB

1. DEILD: Samudeen Musah var tvífaldur málskjútti, tá ið TB við sigri í Gundadali tók seg burtur frá niðurflytingarhóttanini

minutti legði TB seg framum við máli, sum Samudeen Musah skoraði eftir upplegg frá Ali Sheik Ali. Hjá HB kom tað illa við, at Silas Joensen tíggju minuttir undan steðginum sá gula kortið fyri aðru ferð, og heimaliðið harvið varð undirmannað.

 

Kortini megnaði HB lítla løtu undan steðginum at javna. Málskjútti var Ebiye Moses, sum saman við fyrrverandi TB spælaranum Mido Diop ikki kom á vøllin eftir steðgin. Uppleggið átti Jógvan í Lon, sum var á vøllinum alla tíðina.

 

Eftir steðgin skoraði TB tvey mál. Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð Samudeen Musah tvífaldur málskjútti, og tíggju minuttir undan leikloki staðfesti Aron Arnholdsson 3-1 TB sigurin. Musah Armah átti uppleggið. Samudeen Musah er toppskjútti hjá TB við 9 málum, og Aron Arnholdsson hevur skorað fýra mál.

 

Á TB liðnum í dag vóru onkrir, sum ikki hava verið við nakað serligt fyrr í ár. Her verður hugsað um Nikolei Johannesen, sum er heima í summarfrí, og Torkil Úlvur Jespersen, sum er fluttur aftur til barndómsfelagið, eftir at hann fyrr í ár spældi við B68.

 

Næsti dystur hjá TB verður um eina viku á heimavølli ímóti ÍF. Næsti dystur hjá HB verður hósdagin, tá ið tað verður grannauppgerð í Gundadali millum HB og B36.