Tað var um hálvgum níggjutíðina í gjárkvøldið, at løgreglan varð boðsend, tí at tveir mans vóru farnir til hendurs í Havn. Tað var á parkeringsøkinum í brekkuni í Jóanesar Patursonargøtu, at tilburðurin fór fram.
Vaktleiðarin upplýsir, at báðir menninir eru skuldsettir fyri brot á skilhaldsreglarnar og at talan er um grovaru paragraffina. Tað vil siga, at teir fingu hvør sína bót upp á 3.000 krónur.











