Maverick Barr í Klaksvík steingir restina av árinum

– Nú gongur skjótt skeivan vegin, fimm smittað fríggjadagin, og sjeu smittað í gjár, nú eru 28 smittaði og tvey innløgd.

 

Soleiðis skrivar Símun á Høvdanum, sum eigur og rekur Maverick Barr í Klaksvík.

Hann sigur, at Maverick Barr og Grillin taka støðuna í álvara og vit steingja í kvøld klokkan 22:00 og lata ikki upp aftur fyrrenn í januar 2021.

– Nógv sum koma uttanlands frá halda slett ikki tilmælini og fara ikki í sóttarhald, og tey eru ímillum okkum áðrenn tann sætta dagin. Tí steingja vit Maverick Barr og Grillina til einaferð í januar 2021, tá vónandi tamarhald er á koronasmittuni aftur, sigur Símun á Høvdanum.