Liverpool hevur kós móti Evropa eftir 5-2 sigur á Fulham. Maxi Rodriguez skoraði á øðrum sinni upp á tríggjar dystir hattrick. Sekundvísarin var illa nokk komin hálvanvegin runt, tá Maxi Rodriguez legði Liverpool á odda. Fáar minuttir seinni stóð Maxi Rodriguez aftur á rætta stað og sendi eitt Glen Johnson innlegg í mál. Fulham liðið líktist mest einum liðið, ið er farið í summarfrí. Tá dysturin var eitt korter gamal økti Dir Kuyt við máli, sum Fulham málverjin, Mark Schwarzer, má taka á seg.
Í seinna hálvleiki minkaði Moussa Dembele um munin fyri Fulham. Tjúgu minuttir fyri tíð megnaði Maxi Rodriguez at fullføra sítt hattrick við góðum skoti uttanfyri brotsteigin. Helst besti maðurin á vøllinum, Liverpool framherjin Luis Suarez, slapp eisini á máltalvuna eitt korter fyri tíð. Steve Sidwell pyntaði um úrslitið fýra minuttir fyri tíð við frálíkum skoti úti frá.
Liverpool liggur nú á fimta plássi, tvey stig frammanfyri Tottenham, ið hevur spælt ein dyst færri. Teir spæla í kvøld móti Manchester City á City of Manchester Stadium.