Mazda CX-7 fyrst á amerikanska marknaðin

Mazda hava í hesum døgum heimpremieru í Detroit av endaligu útgávuni av nýggja Mazda CX-7. Bilurin var fyrstu ferð sýndur fram í Detroit fyri júst einum ári síðan sum konseptbilurin Mazda MX-Crossport

Orsøkin til at Mazda hava heimspremieru av CX-7 á bilaframsýningini í Detroit, er at bilurin fyrst kemur á amerikanska marknaðin í vár. Seinni kemur bilurin, sum verður framleiddur í Japan, á evropeiska marknaðin.

Mazda CX-7 er ein sonevndur Crossover, t.v.s. at bilurin er ein kombinatión av fleiri ymiskum biltypum við bæði sportsligum og SUV (Sport Utility Vehicle) eginleikum.

Í mun til longdina (467 cm) er CX-7 rættuliga breiður (187 cm), og hæddin er 165 cm. Bilurin er lægri og breiðari enn fleiri av kappingarneytunum, og við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu kemur hann at liggja væl á vegnum.

Kabinan er bæði snøgg og sportslig við góðum plássi til fimm vaksnar persónar og teirra viðføri.

Á amerikanska marknaðinum fæst CX-7 bæði sum vanligur 4x4 og við nýggja framkomna 4x4 systeminum hjá Mazda, Active Torque-Split. Motorurin er ein 2,3 litur bensin við turbo og beinleiðis innspræning og 244 hk, saman við 6-trins automatiskum girkassa.

Enn eru ongir tekniskir upplýsingar komnir upp á evropeisku útgávuna av CX-7, og heldur ikki er avgjørt, nær bilurin kemur til Evropa.