Milano. Mazda5 avloysir tveir bilar, Premacy, og tann størra, MPV. Bilurin er eisini millum hesar báðar í stødd, hann er 20 cm longri enn Premacy og 25 cm styttri enn MPV.
Saman við Renault Scenic var Mazda Premacy í 1999 ein av fyrstu MPV-bilum í sínum klassa, og síðan hevur eitt ótal av øðrum bilmerkjum fylgt eftir við MPV-bilum í somu stødd.
Mazda5 er ein spennandi og smartur MPV við sera liðiligari innrætting og upp til 7 sitiplássum. Breiðar dragihurðar eru á báðum síðum, og lætt er at koma inn og út úr bilinum, sum er bæði praktiskur og sportsligur við komforti á høgum støði.
Lætt er at finna seg til rættis í bilinum við at stilla rattið og førarasetrið eftir egnum ynski. Girstongin er beint við hondina - í instrumentborðinum.
Fýra motorar vera at velja ímillum - tveir bensin og tveir diesel. Bensinmotorarnir eru 1,8 litur við 115 hk, og 2,0 litur við 145 hk. Um árskiftið koma tveir 2,0 litur turbodiesel við ávikavist 110 og 143 hk, báðir við commonrail innspræning.
Mazda5 hevur ein framkomnan undirvogn við McPerson upphangi framman og multi-link upphangi aftan við lágt settum bakfjaðrum fyri at geva mest møguligt pláss í viðførisrúminum og til tey aftastu setrini. Koyrieginleikarnir eru heilt í topp.
Bilurin hevur nógvar innbygdar trygdarskipanir sum t.d. MAIDAS ( Mazda Advanced Impact Distrubution and Absorbtion System), sum tryggjar kabinuna mest møguligt í einum ferðsluóhappi. ABS-bremsuskipan við elektroniskari bremsukraftdeilara (EBD), og elektroniskum bremsuassistenti (EBA) og dynamiskum stabilitetskontroll (DSC). Airbag eru framman, í síðunum, og gardinairbag til øll trý røðini av setrum.
Comfort, Comfort Plus, Touring og Sport
Mazda5 verður gjørdur í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Comfort, Comfort Plus, Touring og Sport. Í standardútgávuni, Comfort, hevur bilurin t.d. aircondition, el-síðurútar, fjarstýrt sentrallás, el-síðuspegl við hita, og hita í setrunum. Annars fáast hinar útgávurnar við flúgvaraborðum við baksetrini, fjarstýring í rattinum til radio og fløguspælara og klimaanleggi. Sport-útgávn hevur t.d. 17" alufelgur, tokulyktir framman, myrkar síðurútar, regnsensorar og xenon-forlyktir.
Frá Bilasøluni hjá Øssuri og Schumann í Hoyvík verður sagt, at Mazda5 kemur í august/september, og prísirnir byrja við umleið kr. 220.000,- fyri ein 1,8 Comfort.
Myndatekstur:
Mazda5 2,0 Comfort Plus
Motorurin2.0 litur bensin 145 hk
0-100 km/t10,8 sek / toppferð 196 km/t
Bensinnýtsla12,2 km/l (blandað koyring)
Dekkstødd195/ 65-15
Stødd og vekt
Longd450,0 cm
Breidd175,5 cm
Hædd166,5 cm
Eginvekt1.350 kg
Viðførisrúm112 litrar v. 7 setrum / 426 litrar v. 5 setrum
SøluumboðBilasølan
Vegurin Langi
FO-188 Hoyvík
Tel. 315354
www.bilasolan.fo