Í kvøld hevur MB boðað fótbóltssambandinum frá, at felagið hevur trekt uppstillingina av Høgna í Stórustovu aftur. Tað váttar aðalskrivarin í fótbóltssambandinum.
Les eisini: MB stillar Høgna í Strórustovu upp
- Ja, eg kann at vátta at tjúgu minuttir yvir níggju í kvøld, kom aftur ein teldupostur frá MB, har felagið tekur aftur uppskotið, um at stilla Høgna í Stórustovu upp til forseta í FSF, sigur Virgar Hvidbro, aðalskrivari í fótbóltssambandinum.
Les eisini: Forsetin stillar upp aftur
Tað var annars í tøkum tíma, at Høgni í Stórustovu fann sær eitt felag, ið vildi stilla hann upp til forestavalið. Tríggjar minuttir fyri evsta mark í gjár, komu boð úr MB, at felagið stillaði Høgna í Stórustovu upp. Felagið hevur nú angrað.
- Tað er heldur óvanligt, men tað er lov at taka eina uppstilling aftur, sigur Virgar Hvidbro.
Sostatt verður Christian F. Andreasen afturvaldur sum forseti í fótbóltssambandinum, tá aðalfundurin verður 18. feburar.