Franska fótbóltsstjørnan, Kylian Mbappé, hevur sambært svenskum miðlum rent seg inn í eitt rættiligt illveður, har hann verður knýttur til eitt møguligt neyðtøkumál.
Svenska ákæruvaldið váttar, at tey arbeiða við einum møguligum neyðtøkumáli, sum er hent á einum hotelli í svenska høvuðsstaðnum, Stokkhólmi, herfyri.
Ákæruvaldið úttalar seg eftir at fleiri svenskir miðlar seinastu dagarnar hava skrivað um eitt slíkt mál.
Franska fótbóltsstjørnan og nakrir vinir hansara vitjaðu í svenska høvuðsstaðnum um hetta mundið, har teir eitt nú vórðu avmyndaðir í býnum í Stokkhómi.
Svensku miðlarnir, Aftonbladet og Expressen, halda seg vita, at tað er Kylian Mbappé sjálvur, sum er undir illgruna fyri at hava framt brotsverk á hotellinum.
Dentur verður tó lagdur á, at tað er ikki alment váttað, at tað er Real Madrid-stjørnan, sum er undir luppinum hjá svensku løgregluni.
- Eg geri ongar viðmerkingar til hetta, sigur Marina Charikova hjá svenska ákæruvaldinum við Aftonbladet.
Sambært norska kringvarpinum - NRK - sum endurgevur svenskar miðlar, skrivar Kylian Mbappé sjálvur á X, fyrrverandi Twitter: "Fake News".